Tað er ikki fyrstu ferð, at Kaj Leo Holm Johannesen finnur fram onnur størv til aðalstjórar, sum ikki kunnu brúkast sum aðalstjórar. Í fjør setti løgmaður Herluf Sigvaldson sum serligan ráðgeva í Fiskimálaráðnum, eftir at hann varð koyrdur frá sum aðalstjóri, tí hann ikki kundi brúkast sum aðalstjóri.
Fyri trimum vikum síðani koyrdi aðalstjórin í Vinnumálaráðnum, Arne Poulsen, fullur, rendi á ein garð og rýmdi av staðnum. Sambært politinum var hann »dýrandi fullur«. Fríggjadagin boðar løgmaður frá, at hann hevur gjørt semju við Arna Poulsen um, at hann fer frá sum aðalstjóri, men »at Arne Poulsen verður settur í annað starv í lægri lønarflokki í landsfyrisitingini, við fyribils staðseting í Vinnumálaráðnum.«
Tá vaskikonur ella skrivstovukvinnur verða spardar burtur fyri at behaga sparikrøvum frá fíggjarnevndini, so verða tær tveittar á dyr. Tær fáa einki tilboð um annað starv, og ein vaskikona hevur at kalla onga uppsagnartíð.
Men tað er eftir øllum at døma synd at koyra ein stjóra til hús. Sjálvt um hann ikki kann brúkast, ella um hann hevur forbrotið seg so álvorliga móti landsins lógum, at hann ikki kann virka sum stjóri meira.
Opinbært eru treytirnar so góðar at vera aðalstjóri, at tú hevur inntøkuna trygga fyri lívstíð. Ikki minni enn tríggir frákoyrdir aðalstjórar hava sítt trygga og fasta lívstíðarstarv í landsfyrisitingini:
• Petur Petersen, frákoyrdur aðalstjóri í Mentamálaráðnum
• Herluf Sigvaldson, frákoyrdur aðalstjóri í Uttanríkisráðnum
• og Arne Poulsen, frákoyrdur aðalstjóri í Vinnumálaráðnum.
So er spurningurin, um tað er systemið, sum rotið, ella um vit hava løgmann, sum ræðist embætisveldið – sum ikki hevur rygg til at taka rættar avgerðir.
Tað er bæði synd og skomm. Men mest av øllum eitt óhugnaligt symptom upp á eitt fólkaræði, sum slett ikki er líka fyri øll.
Men kanska løgmaður hugsar sum George Orwell gjørdi í 1945: »All animals are equal, but some animals are more equal than others...«