Einaráðandi fuglfirðingarnir eru steypavinnarar

ÍF er mestsum einaráðandi í Eik-liguni hjá monnum, og fuglfirðingar hava vunnið steypakappingina í dag.

 

Dysturin fekk eina bráðvend. ÍF vann fyrstu tvey settini. Mjølnir fór tá upp í ferð og vann næstu tvey settini. Tí var neyðugt við einum fimta setti. Mjølnir var leingi á odda í fimta settinum, men ÍF snaraði øllum á høvdið og fór avstað við gullheiðursmerkjunum.

------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------

 

ÍF - Mjølnir 3-2 (25-13, 25-21, 21-25, 18-25 og 15-13)

 

5. SETT: ÍF vann 15-13.

 

15-13 Bárður Jacobsen sendir bóltin í gólvið hjá Mjølni. ÍF er steypavinnari!!

14-13 Mjølnir fær stigið.

14-12 ÍF nærkast steypasigrinum!

13-12 ÍF er á odda!

12-12 Fuglfirðingar eru við nú! Javnleikur! Bæði liðini eru trý stig frá steypasigrinum.

8-10 ÍF roynir at vinna seg nærri, men Mjølnir heldur framvegis frástøðuna á tvey stig.

7-9 Mjølnir hevur munin.

5-8 Mjølnir hevur neyðuga yvirskotið og spælir við sjálváliti.

4-7 Mjølnir hevur munin, klaksvíkingar eru framman fyri við trimum.

 

4. SETT: Mjølnir vann 25-18.

 

18-25 Loksins avgjørdi Mjølnir settið. 2-2 - og eitt fimta sett.

17-24 ÍF vinnur nøkur stig nú. Mjølnir tekur time-out.

14-24 Mjølnir vinnur hetta settið, eingin ivi um tað.

11-21 Stórur munur í høllini á Hálsi nú. Tað líktist mest einum avgreiðsluspurningi.

7-12 Mjølnir er framvegis við yvirlutan og stevnir móti sigrinum í fjórða setti. ÍF tekur time-out.

 

 

3. SETT: Mjølnir vann 25-21.

 

20-25 Mjølnir vinnur triðja settið

20-24 Tað er líkt til, at Mjølnir vinnur triðja settið.

2-1 Sama støðan. ÍF á odda.

 

2. SETT: ÍF vann 25-21

 

25-21 ÍF hevur vunnið. Fuglfirðingar settu ferðina upp móti endanum og vunnu greitt. Mjølnir hevði greiða leiðslu, men brádliga gekk galið.

24-21 Ein øgiligur endaspurtur hjá ÍF. Mjølnir hevur mist leiðsluna. Grundleggjandi mistøk við móttøkunum er høvuðsorsøkin.

19-21 Mjølnir er framvegis frammanfyri.

15-17 Fuglfirðingar gera bart nú. Nú styttist. Tvey stig á muni.

9-14 Framvegis er einki avgjørt, men Mjølnir er við yvirlutan og stevnir móti sigrinum í øðrum setti.

7-10 Klaksvíkingar eru kominr fyri seg. Teir eru meira avgjørdir, og hava meira dirvið. Mjølnir á odda við trimum stigum.

5-5 Eins og í fyrsta settinum, gongur javnt á fyrstu løtuna.

1-0 Fuglfirðingar byrja, har teir sleptu.

 

1. SETT: ÍF vann 25-15.

 

25-13 ÍF vann greitt og uppiborið. Rúni Weihe hevur verið dukandi hjartað í spælinum hjá fuglfirðingum.

20-12 Tað er líkt til, at ÍF vinnur fyrsta settið.

17-11 ÍF er greitt við yvirlutan nú. Rúni Weihe gongur fremst. Seks stig á muni.

11-11 Tað broytist lítið. Her er framvegis javnleikur.

7-7 Framvegis javnleikur.

4-4 Liðini togast um leiðlsuna. Javnleikur.

0-1 Mjølnir fær fyrsta stigið.