Einar skalt tú nevna meg,
ið væl kann boga spenna,
Tambar eitur mín menski bogi,
ørvar drívur at renna.
Tá Heri Joensen í næstum við Týr fer á konsertferð í Týsklandi, Eysturríki og Sveis, verður tað við einum spildur nýggjum sergjørdum gittara frá Peturi Magnusi Bjarnastein í hond. Hetta er ikki ein heilt vanligur gittari, men ein sjeystreingjaður gittari við 29 bondum og heilt óvanligari skala longd. Stutt sagt ein heilt serligur gittari, ið gevur Hera møguleikar at røkka longri á tónaskalanum enn nakrantíð áður.
Gittarar til føroyska tónleika kremið
Petur Magnus Bjarnastein, ið eigur Simme Musikhús í Havn, hevur seinastu 12 árini sniðgivið og gjørt gittarar til føroyska marknaðin. Millum viðskiftafólkini eru menn sum Jens Marni Hansen, Hans Ravnsfjall, Benjamin Petersen, Rói Christiansen og Hjalti Joensen, og nú eisini Heri Joensen í Týr.
Sum at hava 8 streingir
Hesin gittarin er gjørdur eftir ynski frá Hera. Uppgávan var rættiliga bundin, greiður Petur Magnus Bjarnastein frá. Heri kom inn og bílegði ein gittar, ið hevði 7 streingir og 29 bond, hetta skal síggjast í mun til vanligar gittarar, ið hava 6 streingir og 24 bond. Eisini skuldi gittarin kunna brúkast heilt upp á ovastu bondini.
Vanliga verða bondini so tøtt, tá tey eru so nógv. At tú ikki veruliga fært brúkt ovastu bondini, greiðir Petur Magnus Bjarnastein frá. Tí var neyðugt at hugsa hetta inn í sjálva sniðgevingina frá byrjanini, sigur hann. Eftir øllum at døma hevur hetta eydnast. Við at fáa fimm eyka bond fær Heri spælt hægri tónar á gittaranum. Hetta svarar í grundini til at hava ein eyka strong.
Gittarin hevur longu framman undan ein eyka strong, men hesin er lægri enn hinir, ein B-strongur, so gittarin er stutt sagt soleiðis smíðaður, at Heri fær spælt bæði hægri og lægri enn á einum vanligum gittara.
Stemmar betur
Eitt annað serligt við hesum gittaranum er, at hann stemmar betur enn vanligir gittarar. Gittarin hevur ein sokallaðan hipshot vibrator. Í staðin fyri at hava 3 fjarðar, ið gera, at streingirnir koma uppá pláss aftur, tá tú hevur brúkt vibratorin, er mittasti fjøðurin skiftur út við eitt, tey kalla, tremsetter, ið ger, at streingirnir altíð koma í júst somu støðu sum áðrenn. Hetta ger at gittarin ikki missur stemningin.
Ekstrem útsjónd
Tað er ikki so stórur munur á at gera hendan gittaran og teir vanligu Bjarnastein gittararnar, greiðir sniðgevin frá. Tí ivaðist hann ikki eina løtu í um, hann skuldi gera gittaran, tá Heri var inni og bílegði hann. Gittarin er bygdur á standard sniðið hjá Bjarnastein gittarum, Double Cutaway. Men hesin er eitt sindur meira ekstremur í útsjóndini. Fyri at røkka málin, ið Heri kravdi, hevur Petur Magnus Bjarnastein longt skalalongdina, og gittarin er salvur nakrar sentimetrar longri. At armurin er longri, ger, at streingirnir eru strammari og klirra tí minnið enn vanligt. Samanumtikið er sniðgevin væl nøgdur við úrslitið, og heldur hann vera rættiliga penan..
Vælnøgdur víkingur
Týr eru á gáttini til altjóða gjøgnumbrot, Eric The Red er júst send út á altjóða plátufelagnum Napalm Records, og booking felagið hjá Týr hevur skipa fyri stórari konsertferð í Týsklandi, Eysturíki og Sveis. Men fyrst fer bólkurin í upptøkuhølið í Ribe, at spæla inn komandi fløguna, ið verður tann fyrsta, ið Týr spælir inn fyri Napalm Records. Við nýggja gittaranum er Heri væl vápnaður til avbjóðingarnar, og samanberingin við bogan Tambar hjá Einari umborð á Ominum Langa er uppløgd, nú Føroya besti víkingamálmsbólkur fer út at leggja Evropa fyri sínar føtur.
Tá vit fingu orð á Hera, hevði hann roynt gittaran í nakrar dagar, og hann var sera væl nøgdur við hann. Hann hevur eitt øgiliga kontant ljóð, og tað er altíð at fyritrekkja til okkara slag av tónleiki, so eg sjálvt um, eg havi mín gamla Ibanez frá 1997 við í upptøkuhølið og á konsertferðina, so vænti eg, at hetta verður gittarin, sum eg fari at brúka, sigur Heri.
Hatar avmarkingar
Heri greiðir frá, at hann hevur fylgt menningini hjá Peturi Magnusi Bjarnastein øll árini. Hann hevur roynt teir flestu gittararnar, ið Bjarnastein hevur gjørt, og teir eru blivnir alsamt betur. Tí avgjørdi hann, at heita á hann um at gera nýggja gittarin.
Orsøkin, til at gittarin skuldi hava sjey streingir, er tann, at Heri er vanur at spæla við sjey streingjum, meðan orsøkin til tey fimm eyka bondini liggur í tørvinum á teimum. Heri hevur í upptøkuhølinum upplivað, at hann hevur verið noyddur at stemma gittaran upp, fyri at nøkta tørvin. Men hetta sleppur hann undan nú. Eg hati avmarkingar, og nú havi eg ein gittar, sum ikki avmarkar meg, sigur Heri.
Nýggj fløga í september
Týr fer í komandi viku í upptøkuhølini í Ribe, har Eric The Red eisini varð upptikin. Upptøkurnar eru settar at taka fýra vikur. Væntandi verður fløgan so givin út í september, og tá sleppa vit føroyingar at uppliva ljóðið av nýggja gittarinum. Men um vit ikki klára at bíða so leingi, ber til at hoyra Týr á MjúS á Sandi leygardagin 1. juli.
Um gittarin
Kroppur
Slag Double Cutaway
Træ 1 stykkis mahogony
Viðgerð Olja
Armur
Træ Birdseye maple
Viðgerð Olja
Fingrabrettið
Træ Ebony
Skala longd 667
Hardware
Viðgerð Chrom
Brúgv Hipshot
Tuners Schaller M6 Locking
Elektriskir lutir
Pickup EMG707
Controls 1 voluma