Einar Örn í Sirkus

Hóskvøldið frá klokkan 21:00 fer Einar Örn at venda plátum í Sirkus.

Einar Örn er í Havn í sambandi við norðurlendsku mentanarráðstevnuna hjá Tórshavnar kommunu, sum bleiv avlýst vegna trupuleikar við flogferðsluni.

 

Meðan Einar Örn og onnur umboð úr Reykjavíkar býráð vitja Havnina, leggur hann

leiðina oman í Sirkus, har hann hevur havt orðið á eigararnar um at venda plátum

hesa løtu hóskvøldið.

 

Einar Örn var tætt knýttur at umhvørvinum kring Sirkus í Reykjavík, har hann saman

við Björk, Sigur Rós, Gus Gus og øðrum virknum fólki á íslendska mentapallinum

skapti serstaka karmin kring Sirkus, tá tað lat upp í Reykjavík síðst í nítiárunum.

 

Sum so mong onnur harmast Einar Örn um, at Sirkus noyddist at lata aftur í Reykjavík

í 2007, men fegnast nú um at sleppa at vitja føroysku útgávuna av Sirkus á fyrsta

sinni.

 

Einar Örn var við í KUKL, fyrsta bólki Björks, og seinni í Sykurmolunum, The

Sugarcubes. Hann hevur síðani lisið miðlafrøði, arbeitt fyri plátu- og listafelagið Smekkleysu, við altjóða navninum Bad Taste, og stovnaði í 1995 fyrstu cyberkafé í Reykjavík, Siberia. Fyrsta soloverk hansara, Ghostigital, bleiv til í 2003. Undir hesum navnið hevur Einar Örn arbeitt saman við Gorillaz.

 

Hesum boða fyrireikarar frá í dag.