Nýggja løgmansfrúan eitur Rakul Nielsen. Havnarkonan í Vestmanna er bókhaldari, kona, mamma og “Rakul hjá Bárði”. Men nú er hon eisini løgmansfrú.
– Tað, sum kanska verður øðrvísi nú, er, at eg oftari skal við til móttøkur og tiltøk, sigur konan aftanfyri løgmann.
At hon fór at gerast løgmansfrúa, lá ikki í kortinum, tá ið hon og Bárður á Steig Nielsen komu saman.
– Tá ið hann varð valdur inn fyrstu ferð, og eg veit, hvør hann er, so kundi eg vænta hetta einaferð í tíðini. Men tá ið hann gjørdist formaður í Sambandsflokkinum, bleiv tað ein størri veruleiki, at eg kundi gerast løgmanskona. Áðrenn hevði tað ikki fylgt nakað, sigur Rakul Nielsen.
Politikkur fyllir nógv heima
Báður á Steig Nielsen varð fyrstu ferð valdur á ting í 30. apríl 2002. Tveir dagar seinni gjørdist hann pápi fyri aðru ferð. Meðan hann var fíggjarmálaráðharri, varð yngsta dóttirin fødd.
– Tá ið hann var landsstýrismaður, var fult hús av smáum børnum, so eg hevði ikki góða tíð at fylgja við, hvat hendi politiskt. Tá ið hann kom heim, tosaðu vit ikki nógv um politikk. Nú er støðan ein onnur. Eg havi sjálv áhuga fyri politikki og fái nú fylgt betri við. Børnini fylgja eisini við í politikki. Tey lesa og spyrja. Tey spyrja pápa sín, hví hann sigur hatta, og hví hini siga okkurt annað. Nú fylgja vit øll við, so tað fyllir nógv, sigur Rakul Nielsen.
Bæði fólkatingsvalið og løgtingsvalið hava fylt nógv.
– Vit hava øll verið sera virkin í valstríðnum og hava roynt at rikið fyri Bárð, sigur løgmanskonan.
Í Vestmanna hava tey verið sjónlig. Tey hongdu plakatir upp, høvdu sambandskafe á Heygum í húsinum hjá ommuni og abbanum, har nógvir vestmenningar vitjaðu, og tey vóru virkin í sosialu miðlunum. Ein av døtrunum tók sær av instagram profilinum hjá Bárði á Steig Nielsen.
Tá ið samgongan var komin í hús, vórðu dyrnar á Bøgøtu 32 í Vestmanna opnar og millum 150 og 200 vestmenningar vitjaðu og ynsktu til lukku.
Royna at hava frið fyri telefon, tá ið tey eta
Nú eru tað ikki bara tey í nærmastu familjuni, ið merkja, at Bárður á Steig Nielsen er vorðin løgmaður. Eisini onnur leggja merki til tað.
– Foreldrini hjá okkum báðum og onnur í familjuni siga okkum, at fólk hava ynskt teimum til lukku við Bárði. Fleiri vinkonur hjá Gunnvá komu eisini fríggjakvøldið heim til okkara og ynsktu til lukku.
Tað merkir eisini gerandisdagin á annan hátt, at Bárður er sera virkin í politikki.
– Telefonin ringir sera nógv hjá honum. Men onkuntíð stendur hon á ljóðleyst. Vit hava ikki nakran politikki heima á hesum øki, men vit royna at hava frið fyri telefonunum, tá ið vit eta, og tá ið vit eru saman sum familja. Eg haldi, at Bárður er raskur at siga, at hann kann ringja aftur seinni, sigur Rakul Nielsen.
Uttanlandsferðir
Tað krevur sítt at vera løgmansfrú. Tær fyrstu uttanlandsferðirnar eru longu lagdar til rættis. Millum annað skal Rakul vera við, tá ið danska fólkatingið verður sett 1. oktober. Eg haldi, at okkurt var eisini 29. oktober, sigur Rakul Nielsen.
– Eg arbeiði hálva tíð, so eg havi møguleika at fara við. Eg havi góða avtalu við arbeiðsplássið og kann leggja arbeiðið til rættis sum tað passar, sigur hon.
Sjálvt um børnini nú eru vaksin, so hevur hon ikki ætlanir um at fara at arbeiða fulla tíð.
– Teimum dámar væl, at har er onkur, tá ið tey koma heim, sigur Rakul Nielsen.
Sjálvt um tey bæði fara til Havnar til arbeiðis, so er tað bara av og á, at tey koyra saman.
– Tað er ikki so ofta, at tað passar í arbeiðstíðirnar, at vit kunnu koyra saman til Havnar, sigur Rakul Nielsen.
Hon fekk boðini um samgonguna, áðrenn miðlarnir vistu av tí
Tá ið nógv hendir politiskt, so er tað ikki altíð, at hon fær tíðindini at vita frá manninum, men gjøgnum miðlarnar.
– Nú tá ið samráðingarnar vóru, segði eg við hann, at hann kundi væl ringja til mín og siga mær frá, áðrenn eg frætti í miðlunum, um ein samgonga fór at vera skipað ella ikki. Tann dagin, tá ið samgongan varð skipað, ringdi hann fyrst og segði, at hann fekk ikki semju, og at hann tí fór oman á Gamla Apotek at tosa við hinar flokkarnar. So sá eg hann fara niðanaftur, men áðrenn hann fór inn til løgtingsformannin, Páll á Reynatúgvu, ringdi hann og segði, at nú hevði hann fingið semju, og at tað fór at vera henda samgongan, sum nú er vorðin veruleiki, sigur Rakul Nielsen.
Tey, sum fylgdu við, vita, at tað gekk rættiliga hektiskt fyri seg henda fríggjadagin, meðan samráðingarnar gingu upp á tað harðast, og at samráðingarleiðarin, Bárður á Steig Nielsen, hevði úr at gera. Kortini raðfesti hann at siga konuni frá.
– Tað var jú stórt, um hetta bleiv til nakað, og eg visti eisini, at tað kundi enda við, at hann gjørdist løgmaður. Tí var tað gott at fáa boðini frá honum, sigur Rakul Nielsen.
Tá ið atfinningar koma
Men tað var ikki bara gleði henda dagin.
– Tað kom ymiskt fram aftaná, um at Bárður skuldi havt logið. Eg gjørdist eitt sindur ørg, tí eg visti, at støðan var ein onnur. Tað var í hvussu er tað, sum Bárður hevði sagt mær. Eg sløkti fyri facebook og telefonina. Eg fór ikki inn aftur fyrr enn morgunin eftir, sigur Rakul Nielsen.
Hon sigur seg ikki hava upplivað nógv av atfinningum, tá ið Bárður var landsstýrismaður. Tað var tó eitt sindur, tá ið hann fór úr politikki eina tíð og seinni kom inn aftur. Tá var ymiskt skrivað.
– Kanska eg veri eitt sindur kedd og ørg, tá ið eg síggi ella hoyri, at tað kemur ymiskt keðiligt í miðlarnar. Eg hugsi kanska, hví skulu teir skriva hatta um hann og ikki um onkran annan, sigur Rakul Nielsen.
Liggur til høgrabeinið
Tað er Rakul Nielsen, ið syrgir fyri, at løgmaður er væl klæddur, tá ið hann er í almenna rúminum. Og tað er meira enn bara at strúka skjúrtur.
– Eg keypi klæðini til hansara. Tá ið tað er klædningur, er hann sjálvandi við. Eg hugsi eitt sindur um, at nú hevur hann verið í hasum settinum og hasum slipsinum, so skal hann ikki í tað sama til næstu sending. Eg keypti honum eitt nýtt slips til formansumfarið fyri at tryggja mær, at hann ikki hevði verið í tí, sigur Rakul Nielsen.
Um tað er slipsið og klæðini, ið hava givið úrslitið, at Bárður á Steig Nielsen er løgmaður í dag, er tó óvist.
– Hann vil vera væl klæddur, men júst hvat riggar saman, hugsar hann ikki so nógv um. Tað liggur til høgrabeinið hjá mær at orðna hetta. Tað er ikki nakað stress fyri meg at gera tað, sigur Rakul Nielsen.
Besta vinkona eisini løgmanskona
Ein av bestu vinkonunum hjá nýggju løgmansfrúuni er Jórun Johannesen, ið er gift við Kaj Leo Holm Johannesen. Hon hevur áður verið løgmanskona og er nú kona ein av landsstýrismonnunum.
– Vit vóru grannar, javngamlar og bestu vinkonur. Eg veit, hvussu nógv hon hevði at gera, tá ið Kaj Leo var løgmaður. Vit eru framvegis vinkonur og ganga í bindiklubb saman, so eg kenni frá henni, hvat tað krevur, sigur Rakul Nielsen.
Tær eru 10-12 í bindiklubbanum, men hon avvísir, at talan er um ein sambandsbindiklubb.
– Vit eru ungdómsvinkonur úr Havn, ið eru í bindiklubbanum. Vit tosa um alt møguligt, ikki so nógv um politikk. Tá ið tær koma til Vestmanna, møta tær væl upp og fylla bilarnar, sigur Rakul Nielsen.
Hon hevur nógv samskifti við vinkonuna og væntar nú eisini at síggja hana oftari til móttøkur og annað í framtíðini.
Valdi Atla Dam
Rakul Nielsen hevur ikki altíð verið sambandskvinna. Fyrstu ferð hon var á vali, valdi hon Javnaðarflokkin.
– Eg fekk góð ráð og lurtaði eftir teimum. Eg setti krossin við Atla Dam, og hann gjørdist løgmaður. Nú havi eg sett krossin við Bárður, og nú er hann vorðin løgmaður, sigur Rakul Nielsen og flennir.
Fimleikavenjari
Bárður á Steig Nielsen verður ofta kallaður vestmenningur við stórum V. Hondbóltur, kappróður og bátastevna er nakað av tí, sum hevur fylgt nógv hjá honum. Rakul Nielsen hevur eisini stuðlað honum á ymiskan hátt í hesum virkseminum.
Hon hevur tó eisini onnur áhugamál, sum fara við hennara frítíð. Hon íðkaði fimleik í Havnini sum barn og ung, og nú hevur hon í ellivu ár skipað fyri fimleiki í Vestmanna. Talan er um eitt lið hjá Havnar Fimleikarafelag.
– Eg eri bæði samskipari og venjari. Tað hava verið umleið 70 til 80 íðkarar, men í ár eru tey umleið 50. Eg kenni tey flestu í Havnar Fimleikarafelag, og eg helt tað vera lættari at byggja upp við at skipa alt undir teimum. Tað eru ikki øll børn, ið hava hug at spæla hondbólt, men eg royni at siga við tey, at fimleikurin er góður fyri hondbóltin. Vestmenningar hava tikið sera væl ímóti fimleikinum, sigur Rakul Nielsen.
Hondbólturin fyllir eisini nógv hjá núverandi løgmanshjúnunum.
– Børnini spæla hondbólt, so tað fyllir nokk so fitt, sigur Rakul Nielsen.
Fakta
Rakul Nielsen er gift við Bárði á Steig Nielsen, løgmanni.
Hon er 46 ár, úr Havn, men hevur seinastu 22 árini búð í Vestmanna.
Hon er útbúgvin vøruavgreiðslufólk og lærdi hjá Eimskip. Síðstu 11 árini hevur hon arbeitt sum bókhaldari á Búsetri. Síðani hon átti yngstu dóttrina, hevur hon arbeitt hálva tíð.
Rakul og Bárður eiga fýra børn. Tey eru Súna (24) Bjørg (19) Djóni (17) og Gunnvá (14).
Tvey tey elstu lesa í Århus, meðan tey yngru børnini búgva heima.