Einastandandi møðgur

Eyðvør og Bára Klakstein standa á gáttini til at skriva altjóða fótbóltssøgu. Tá Føroyar komandi mikudag spæla venjingardyst móti Luksem­burg kann hetta verða fyrsta ferðin, at tvey ættarlið spæla fót­bólts­landsdyst saman

Tað eru nógv dømi um, at tvey og onkra tíð fleiri ættar­lið gera um seg í ítrótta­heiminum. Innan al­tjóða fótbóltin kunnu nevn­ast Maldini, Laudrup, Guðjohnsen og Wright. Her heima kunnu vit eitt nú nevna Løkin og Færø, men eingin teirra hevur tó megn­að tað, sum nú kann gerast veruleiki hjá 17 ára gomlu Eyðvør og 39 ára gomlu Báru Klakstein.
Tær báðar eru partur av landsliðshópinum, sum Jón Pauli Olsen og Rúni Nolsøe hava tikið út til venjingardyst móti Luksemburg, og miku­dagin verður altjóða fót­bólts­søga skrivað, um tær báðar koma á vøllin í senn.

Ein dreymur
Fótbólturin hevur altíð rúgv­að nógv heima hjá Klakstein-húskinum. Bára spældi fyrsta landsdystin longu í 1993, og árini heima í Føroyum hev­ur hon vunnið hópatals meist­ara­heiti saman við sterku lið­feløgunum í KÍ. Í fleiri um­førum hevur hon eisini verið venjari hjá gentuliðum, har Eyðvør hevur spælt við, og seinastu trý árini hava báðar verið partur av gylta KÍ-lið­num, sum í sínum lagi royn­ir at seta heimsmet fyri flestu meistaraheiti á rað.
Men nú landsliðið stendur fyri framman, er hetta ein møguleiki, sum tær als ikki høvdu givið sær far um.
– Eg hevði slettis ikki trúð, at hetta kundi bera til. Fyri nøkrum árum síðani vónaði eg, at vit kundu røkka at spæla sam­an við KÍ, og tað var ótrúliga stuttligt, tá hetta gjørd­ist veruleiki, sigur Bára.
– Men at vit eisini kunnu fáa møguleikan á lands­lið­num er heilt fantastiskt. Fyri meg hevur tað altíð ver­ið fantastiskt at spæla fyri Føroyar. Eg fái næstan tár í eyg­uni bara av at tosa um tað. Tað er jú ikki bara meg sjálva ella »bara« KÍ, sum eg um­boði, tá eg fari á vøllin. Tú ber hvíta búnan hjá Før­oy­um, og hjá tær, og tú um­boðar alla tjóðina, og tað er ein fantastiskt kensla, tá tjóð­sangurin verður spældur. Tað er næstan ein dreymur, sum eg havi ilt við at fata, nú tað kann standa mær í boði at gera hetta saman við dótt­ur míni.
– Og so helt eg annars, at landsliðið var søga fyri við­komandi. Í vár var tó onkur frá­vera, sum gjørdi, at eg slapp aftur í hitan, men sjálv helt eg, at hetta bara var sum vikarur. Tá eg slapp við til venjingarnar nú í heyst, vildi eg tó sjálvandi gera mítt besta, men tað er ikki fyrr enn nú, at veruliga eri far­in at hugsa um hendan eina­stand­andi møguleikan, sigur Bára.

Mamman ov lítillátin
Meðan Bára at kalla slettis ikki hevur trúð uppá, at hetta kundi bera til, so tykist Eyð­vør hava hugsað tankan eitt lítið sindur longur.
– Tá vit báðar vóru bidn­ar um at koma við til fyrstu venj­ingarnar, so var hetta nak­að, sum eg gav ans. Mamma segði tó alla tíðina, at hon rokn­aði ikki við, at hon slapp upp í part, tá endaligi hóp­urin skuldi úttakast, men har havi eg kanska trúð meira upp á hana, enn hon gjørdi sjálv, sigur Eyðvør
Og eins og mamman stað­festir hon, at hetta er ein eina­standi møguleiki, sum tær báðar nú hava fingið.
– Hetta er heilt fantastiskt. Eg helt tað vera heilt serligt, tá vit fingu møguleikan at spæla saman við KÍ, men kunnu vit gera tað sama fyri Før­oyar, so er tað nakað heilt eina­standandi.
Gjøgnum barna- og ung­dóms­árini er Eyðvør von við, at mamman er bæði uttan- og innanfyri hvítu strik­ur­nar, tá spælt verður. Og hon viðgongur, at tað hevur ikki heilt einki at siga, tá spælt verður.
– Tú kanst sjálvandi ikki parkera veruleikan, at vit eru mamma og dóttir, tá spælt verður. Vit eru liðfelagar á vøll­inum, og vit stríðast sam­an við hinum. Men tað kann væl vera, at hon gevur mær nøkur eyka góð ráð, tá vit spæla, heldur Eyðvør.

Venjararnir eiga avgerðina
Gongur tað, sum tær báðar vilja og ynskja, so verður al­heims fótbóltssøga skrivað í Luksem­burg mikukvøldið. Men báðar ásanna tær eis­ini, at tað ikki eru tær, sum standa við avgerðini.
Báðar tvær staðfest, at tað fult og heilt eru venjararnir, sum gera av, hvørjar tær á vøll­inum verða. Men sum Bára flennandi sigur, so kundi tað kanska verið upp á pláss, um hon nú nýtti høvið at tosa eyka pent við venj­arar­nar.

- - -

Íslendingar nær við
Tað næsta vit koma bragd­inum, sum tær møðg­ur­nar úr Klaksvík vón­andi fremja um eina viku, var helst, tá teir báðir feðgarnir, Arnór og Eiður Smári Guðjohnsen, í 1996 vóru sam­an í íslendska lands­liðs­hóp­inum.
Arnór var í 80’unum ein av heilt stóru ís­lendsku fótbólts­profil­unum, og eftir eina yrkis­leið í belgiskum og fronsk­um fótbólti spældi hann nú í svenska Ørebro. Eiður Smári varð um hetta mundið rokn­aður sum eitt av heilt stóru talentunum í Europa, og í PSV var hann í ferð við at bíta seg fast­an í einm álopi, sum eis­ini taldi brasilska Romario.
Tí var einki løgið í, at landsliðsvenjarin hevði báðar tveir í hópinum, tá Ísland tann 24. apríl spældi útidyst móti Est­landi. Tey flestu mundu eisini rokna við, at teir báðir skuldu mynda ís­lendska álopið í dyst­inum, men harraboð komu um, at soleiðis skuldi ikki verða.
Eggert Magnússon, sum var íslendskur fót­bólts­forseti, gav nevn­liga venjaranum boð um, at hann fegin vildi hava feðgarnar at spæla sam­an á landsliðnum. Men at fyrsta ferðin skuldi verða á heimavølli, tá Makedonia skuldi vitja hjá Íslandi tveir mánaðir seinni.
Endin varð, at Arnór byrjaði íslendska álop­inum, meðan Eiður Smári sum innskiftari loysti pápan av í seinna hálv­leiki.
Ætlanin hjá Eggert kollsigldi tó, tá Eiður Smári varð skaddur, tá hann ein mánað seinni spældi U18-landsdyst móti Írlandi. Beinbrotið var sera álvarsligt, og tað gingu tvey ár, áðrenn Eiður aftur nærkaðist tind­unum. Arnór spældi tá fram­vegis fótbólt heima í Íslandi, men lands­liðið var søga fyri hans­ara við­komandi, og ti gjørd­ist tað ikki til meira enn næstan hjá teimum báðum fótbólts­feðg­unum.
Eftir er bara at vóna, at FSF-forsetin, Christian Andreasen, ikki gong­ur við somu tonk­um sum Eggert Magnússon gjørdi í 1996.