Fyri einum góðum mánaði síðani varð Símun Gullaksen settur sum stjóri í Sp/f Jarðir. Hann tók yvir eftir Sigert Patursson. Símun Gullaksen er eisini bóndi á Uppistovugarðinum í Hattarvík og hevur hagapartin Eystfelli.
– Koronasmittan hevur hjálpt okkum, so at vit nú hava tíð at fáa skipað viðurskifti fyri ferðavinnuna í føroysku náttúruni. Í 2021 skulu vit veruliga fara til verka, sigur Símun Gullaksen.
Enn er Jarðir, sum Føroya Óðalsfelag og Bóndafelag Føroya hava sett á stovn, og sum hevur til endamáls at samskipa áhugamálinum hjá bóndum og festarum, ikki komið við felags útspæli at fáa skipað viðurskifti um ferðavinnu í føroysku høgunum. Tilsamans eru 477 hagapartar í landinum.
– Vit hava havt fleiri góð prát við landsstýrismannin, Helga Abrahamsen, og við umsitingina hjá honum. Tey kenna okkara tankar, sigur Símun Gullaksen.
Manglar virðing fyri bóndum og festarum
Einføld fráboðanarskipan
Hann vil ikki siga okkum alt, sum teir hava prátað um, men hann leggur tó dent á, at ferðavinnan má skipast, og byrjast má á teimum støðum, har flest ferðafólk koma.
– Vit hava lóggávu á økinum í dag, og hon ber væl til at nýtast. Hon sigur millum annað, at eigarin skal spyrjast, áðrenn farið verður í hagan. Í dag er tað ov trupult, tí tað eru alt ov nógv telefonnummur at ringja til, og tí siga fólk ikki frá. Vit arbeiða tí við at fáa eina einfalda fráboðanarskipan, har sigast kann frá á einum staði, tá ið farið verður. Tað kann vera eitt telefonnummar, ein app, ein qr-kota, eitt chipp í einum lykli, sum skrásettur, tá ið fólk koma inn í ein haga ella okkurt annað. Tað eru ymiskir tekniskir møguleikar, sum vit nú kanna nærri, sigur Símun Gullaksen.
Steingja smábygdir fyri ferðafólki ávísar dagar
Hann vísir á, at um tað er ein einføld skipan, so eru nógvir fyrimunir við henni.
– Um tað er ein skipan, ið er skjót og einføld at nýta, so taka fólk hana til sín. So vænti eg eisini, at vit sleppa undan at hava portur. At portur er komið í Saksun, og at fólk standa vakt aðrastaðni, er tí at fólk ikki boða frá. So fara eigarar upp á bakbeinini, sigur Símun Gullaksen.
Lesið alla samrøðuna við Símun Gullaksen í Sosialinum, sum er at fáa til keyps í sølubúðum kring landið. Til ber eisini at lesa blaðið her.