Einfaldar loysnir til veiku føroysku fjølmiðlarnir

Leygardagin 16. august var grein í Dimmalætting, har Kári Durhuus og Per Højgaard, fyrrverandi útvarpstíðindamenn finnast at føroyskum fjølmiðlum at vera ov veikar og geva politikarum og embætisfólkum ov lætt spæl.

Síðani verður lagt afturat, at fjølmiðlarnir ikki hava fíggjarliga orku til at vera vakthundar í samfelagnum. Hetta kann væl passa í ein mun, men eg eri sannførdur um, at fjølmiðlarnir kunnu gera ein størri innsats hóast fíggjarligu støðuna.
Tað hevði verið ynskiligt at føroysku fjølmiðlarnir høvdu torað betri at funnist at og onkuntíð brúkt eitt sindur subjektiviteti í sínum viðgerðum av málum. Hyggja vit út í heim bera fjølmiðlarnir seg at júst á henda hátt, og ikki sum í Føroyum. Ikki tað at meiningin hjá tíðindamanninum skal koma fram í hvørjari søgu, men heldur, at einstaki tíðindamaðurin sleppur at seta sín dám á søguna, við at koma við egnum metingum um hvat hann sjálvur hevur fingið burturúr at viðgera eitthvørt mál. Hetta er hóast alt persónurin, sum hevur tosað við viðkomandi fólk og hevur nógv best innlit í evnið, so hví skal hann ikki eisini sleppa at siga sína hugsan?
Tann mest vanliga føroyska fjølmiðlasøgan í dag inniheldur nakrar spurningar til nøkur viðkomandi fólk, sum síðani verða svaraðir, og so hevur tíðindamaðurin nøkur fakta at siga frá í byrjan og enda. Eitt er, at hetta ikki er serliga áhugavert at lesa. Men tað er enn verri at serliga politikarar fáa alt ov leysar teymar og vera ikki lagdir undir nóg stórt trýst frá fjølmiðlunum.
Seinastu vikurnar hevur mikið orðastríð verið millum limir í sitandi samgongu. Hóttanir av ymsum slag hava fokið millum partarnar, og í øllum meldrinum sita fjølmiðlarnir og skriva greinar upp og niður um, hvat øll illsinnavættini hava sagt. Í staðin skuldu fjølmiðlarnir spurt seg sjálvar, hví ólukkan politikararnir ikki ringja beinleiðis til hvønn annan, í staðin fyri at brúka fjølmiðlarnar sum talurør. Jú meira hugsa verður um hetta, sannlíkari tykist tað vera, at fjølmiðlarnir blíva útnyttaðir.
Eg sakni eitt sindur meira forvitni frá teimum tíðindamonnunum, sum dagliga tosa við politikarar og embætisfólk. Sum nú er, tykist tað, sum tíðindamenninir bara taka ímóti og skriva niður, uttan at spyrja ágangandi spurningar ella gera egnar niðurstøður. Sjálvandi skulu tíðindamenn vera sakligir í sínari viðgerð, og sjálvandi skulu teir ikki gera eina framløgu av síni egnu ideologi, men eitt sindur meira ágrýtni og dirvi hevði gjørt væl meiri gagn enn skaða.
Um ein hyggur út í heim, hava fjølmiðlarnir nógv størri vald, við tað at teir tora at lata tíðindamenninar siga sína egnu hugsan um málini, teir viðgera. Møguliga fáa føroyskir tíðindamenn ikki loyvi til hetta, men eg eri sannførdur um, at høvdu teir sjálvir valt, so høvdu teir gjørt tað sama sum starvsfelagarnir úti í heimi, tí tað ger arbeiðið nógv áhugaverdari, samstundis sum teir røkja sínar skyldur nógv betri.
Vónandi fáa fjølmiðlarnir eyguni upp fyri hesum, soleiðis at fjórða statsvaldið veruliga kann fáa ta ávirkan, hon hevur í flestu øðrum londum í vesturheiminum.