Nú skulu skattareglurnar verða greiðari hjá útisiglarum og føroyingum, sum annars arbeiða uttanlands.
Tað hevur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, nú lagt uppskot fyri Løgtingið um.
Ein broyting verður, at nú beinleiðis skal tað beinleiðis standa í lógini, at føroyingar, sum sigla ella arbeiða uttanlands, skulu ikki skattast av ferðini ímillum Føroyar og arbeiðsstaði úti í verðini.
Somuleiðis skulu reglurnar um samdøgursfrádrátt broytast.
Fólk, ið eru fult skattskyldug í Føroyum, men sum arbeiða uttanlands, og eru við útlendskum skipum, hava rætt til ein inntøkufrádrátt fyri tær meirútreiðslur, ið standast av at arbeiða uttanlands.
Frádrátturin er 300 krónur fyri samdøgrið.
Men hesar reglurnar eru fløktar og tí verður samdøgursfrádrátturin nú tikin av, men ístaðin verður serligi frádrátturin hækkaður.
Føroyingar, ið sigla við norskum skipum, ella arbeiða á landi í Noregi, gjalda til norsku Folketrygden.
Hereeftir skal Folketrygden rokna sum ein skattur. Tað hevur tað ikki verið higartil og tískil merkist tað, sum ein dupultskattur, sum nú er.
Frádrátturin hjá føroyingum, ið sigla við útlendskum ferða- ella farmaskipum, eisini NIS, verður broyttur soleiðis, at hereftir verður hann 30 % av inntøkuni, tó í mesta lagi 150.000 krónur um árið.
Broytingarnar koma at merkja nógv størri greidleika fyri skattaborgaran, og lættari umsiting hjá TAKS.
Ein avleiðing av uppskotinum verður, at onkrir borgarar koma at gjalda nakað meir í skatti, enn teir gera í dag, meðan aðrir koma at gjalda nakað minni.