Eingi gummibein í toppinum

Hóast B36 fer til Runavíkar uttan tríggjar lyklaspælarar, so vilja hvørki teir í árstalsfelagnum ella í NSÍ góðtaka, at hetta fer at hava stóra ávirkan á gongdina

Fótbóltur

 

Endaspurturin nærkast, og harvið verður tættari millum lyklauppgerðirnar, sum fara at avgera, hvar FM heitið í 2007 skal enda.

NSÍ hevur ongantíð vunnið FM, men nú eru teir væl fyri. B36 var meistari í 2005, og B36 hevur verið sannførandi nógvu tær seinastu ferðirnar. Undan toppuppgerðini við Løkin er tað sjálvandi bági hjá árstalsfelagnum, at tríggir lyklaspælarar sita uttanfyri við leikbanni. Men Kurt Mørkøre, B36 venjarin, gremur seg ikki um, at Jákup Mikkelsen, Santos og Mikkjal Thomassen ikki veru tøkir.

- Soleiðis eru treytirnar. Um tú skalt vera í toppinum, so skalt tú hava góðar menn at seta inn, og tað haldi eg, at vit hava. Nú fáa Ingi Højsted, Heini í Skorini, Oddmar Færø, Klæmint Matras, Jóhan V. Gunnarsson, Kenneth Jacobsen og allir hinir møguleika at vísa, at teir eru førir fyri at loysa hesa uppgávuna, og eg havi í vikuni sagt við teir, at eg avgjørt rokni við, at teir gera tað, sigur B36 venjarin.

Størsta broytingin hjá B36 er tað, at Jákup Mikkelsen ikki verður í málinum. Á 18 ára føðingardegi sínum síðsta sunnudag, varð Jóan Pauli Jakobsen settur millum B36 stólparnar, og har verður hann eisini sunnudagin:

- Longu undan kappingarbyrjan segði eg við 17 ára gamla unglingan, at eg roknaði við honum, og at tað var eingin ivi um, at ábyrgdin fyri at verja málið fór at verða løgd á hann, um Jákupi skuldi borist frá. Hesum hevur Jóan Pauli livað við og arbeitt fram ímóti, og eg havi treytaleyst álit á honum sunnudagin, sigur Kurt Mørkøre.

Tit taptu 3-0 í Runavík fyrr í ár?

- Tað hava vit ikki gloymt, og vit minnast sjálvandi, at Andersson, sum nú er millum okkara spælarar, skoraði øll málini. Eg haldi ikki, at tann dysturin kann brúkast sum grundarlag undir metingini av tí, sum nú stendur fyri. Vit spældu 4-4-2 tá, og tað riggaði illa. Síðani hava vit funnið okkara spælskipan, og úrslitini vísa, at liðið hevur funnið stevið, og vit trívast væl. Allir eru fokuseraðir, og eingin tosar um FM, men bara um hesa eina uppgávuna.

Kurt Mørkøre sigur, at teir fara til Runavíkar fyri at vinna, men tað kennist sum um, at teir í B36 høvdu verið fegnir, um teir í hvussu so er høvdu eitt stig í viðførinum suður aftur.

Í NSÍ leguni er spenningurin ógvuliga stórur. Felagið liggur hálva øld eftir stovnanina væl fyri at vinna sítt fyrsta FM. Tá ið royndirnar ikki eru so stórar, so plaga gummibeinini at spøkja. Tað hava tey ikki gjørt higartil í Runavík, og sambært liðformanninum, Óla Hansen, so er eingin orsøk at rokna við tí møguleikanum:

- Áskoðararnir eru spentir, men vit fáa góðan frið. Spælararnir tosa ikki um FM. Sunnudagin er stór avbjóðing á skránni, men vit síggja hana sum eina av sjey, sum eru eftir, áðrenn kappingin verður liðug. Eftir 27 umfør verður gjørt upp, og so fáa vit at síggja, hvørja plasering vit hava spælt okkum til.

Hvussu verður sunnudagin?

- Talan verður fyri okkum um strevna og tætta avbjóðing. B36 hevur síðstu nógvu vikurnar staðið seg væl, og vit rokna ikki við, at tað fer at hava serligt árin á teirra avrik, at tríggir lyklaspælarar eru uttanfyri. Teir hava nógv fólk, og nýggju menninir kenna hetta sum teirra møguleika.

Tit vunnu stórt ímóti B36 á heimavølli fyrr í summar?

- Ta ferðina spældu vit væl, og sigurin var uppiborin. Seinni hava vit spælt 1-1 í Gundadali, og tá var talan um tætta uppgerð.

Undanfarin ár hava tit ofta ikki fingið so nógv burturúr seinasta partinum av kappingini?

- Tað hava vit ikki, tí vit hava ikki verið nóg góðir. Nú sær gott út, og nú skulu úrslitini vísa, hvussu góður vit eru.

Hjá NSÍ er eingin leikbannaður. Teir hava einki leikbann havt higartil í ár:

- Disiplinin er góð, og tað hevur stóran týdning, tá ið man ætlar sær at vera við, har tað er stuttligast at kappast, staðfestir NSÍ liðformaðurin, sum tykist hava bæði beinini á jørðini.