Eingi nýggj koronutilmæli í dag

Og tað verður ikki fyrr enn í morgin, at landsstýrið fer at umrøða málið um Jenis av Rana, sum ikki ætlar at koppseta seg

Tað verður ikki landsstýrisfundur í dag, sum tað plagar at vera týsdag. Løgmaður hevur verið verið í Íslandi og situr í heimauppihaldi í dag afturat.

 

Í morgin verður landsstýrisfundur, og tá fer landsstýrið at umrøða málið um Jenis av Rana, sum í síðstu viku kunngjørdi, at hann ikki fer at lata seg koppseta, tí hann er ikki tryggur við koppingarevnið.

 

Tað skapti rættiligt rok, tá Jenis av Rana kunngjørdi, at hann ikki fer at fylgja tilmælinum hjá landsstýrinum um koppseting – og at hann soleiðis avdúkaði, at hann ikki tekur undir við løgmanni og landsstýrinum í stríðnum ímóti koronu.

 

Løgmaður var staddur í Íslandi, tá Jens av Rana slepti bumbuni á Vágaportalinum.

 

Løgmaður segði beinanvegin, at hann var ikki fegin um hetta, og at hetta fór at skapa órógv. Hann vísti á, at Jenis av Rana ikki er landsstýrismaður í heilsumálum, og at tað ikki er góður siður, at landsstýrisfólk úttala seg um málsøki hjá øðrum.

 

Hann segði tá, at málið verður tikið upp á komandi landsstýrisfundi, og at hetta ikki skal endurtaka seg.

 

Landsstýrisfundur verður í morgin.

 

Løgmaður sigur eisini í morgun, at eingi nýggj koronutilmæli koma í dag. Nú verður bíðað, hvussu støðan viðvíkjandi koronusmittuni háttar seg.