- Eingin autistur er eins

- Ert tú saman við 10 autistum, so er eingin teirra eins. Tað eru 10 ymiskar orsøkir til hesa sjúkuna. Spurningurin er bara, hvussu vit hjálpa teimum, tí her finst eingin einføld loysn, sigur svenski yvirlæknin, Christoffer Gillberg.

Hann er professari í barna- og ungdómspsykiatri, og hevur seinastu tveir dagarnar hildið skeið í Føroyum, her hann hevur oyst út av vitan síni.

- Hvussu hjálpa vit børnum við empati-órógv? Tey eru ikki sum onnur, og tey kunnu heldur ikki seta seg inn í, hvat onnur føla og hugsa.
- Nei, hetta er ikki bara sum at siga tað, tí tey eru so øðrvísi enn onnur. Men samstundis er hvørt einasta teirra unikt, sigur hann.
Fyri fullsettari útvarpshøll greiddi Gillberg frá hesum børnum, sum í barnagarði og skúlagarði skilja seg burtur úr mongdini.
- Men hóast tey skilja seg burtur úr, so hava tey kortini nógvar gávur, sigur hann.
Fyrrapartin í dag tosaði hann nógv um, hvussu ein kann hjálpa hesum børnum. Nú skeiðið endaði seinnapartin vísti hann á, hvussu ein skal fyrihalda seg mótvegis hesum børnum.
Skeiðið var ætlað fakfólkum sum arbeiða júst við hesum barna- og ungdómsbólkinum, eins og foreldrum og avvarðandi. Tað var Psykiatriski Depilin sum tók stig til hesa vitjanina.
 
 
Vitan vantar
Ein av luttakarunum á skeiðnum er Oddmar Ravnsfjall, sum er lærari við skúlan á Giljanesi.
Hóast hetta evnið átti at havt áhuga fyri lærarar, so vóru ikki so nógvir av teimum at síggja millum luttakararnar.
At Oddmar so fór á skeiðið var orsakað av, at í hansara flokki finst ein næmingur, hvørs eyðkenni eru at finna aftur í tí, sum evnið var á skeiðnum.
- Sum lærarar vita vit ikki nóg mikið um hetta. Hesi børnini koma í okkara skúla, men spurningurin er, um skúlin er til reiðar at møta teimum.
- Her á skeiðnum hava vit fingið eina vitan, sum ger okkum betri før fyri at skilja hesar næmingarnar. Nú duga vit eisini betur at seta okkum inn í støðuna hjá teimum, sigur Oddmar.
Heilt ítøkiligt ætla tey nú at koma við einum uppleggi til leiðsluna á skúlanum við uppskotum um, hvussu ein kann møta hesum næmingum betri í framtíðini.
 
Hugsan og kenslur
Við drúgvu royndum sínum innan barna- og ungdómspsykiatri hevur Gillberg gjørt sær sínar hugsanir um hesa sjúkuna, sum á fakmáli kallast empati-órógv.
Felags eyðkenni fyri hesi børnini er, at tey hava ringt við at seta seg inn í, hvat onnur bæði hugsa og føla, sigur hann.
Hetta er eisini útgangsstøðið fyri skeiðnum. Tí, sambært Gillberg so er empati-órógv ein felagsnevnari fyri fleiri psykiatriskar sjúkur, sum t.d. Asperger, autismu, Tourettes syndrom og anorexia.
Á skeiðnum gav Gillberg luttakarunum nøkur amboð soleiðis at ein kann staðfesta empati-órógv.
Somuleiðis varð eisini víst á, hvussu ein kann hjálpa hesum bólkinum við trupulleikum sínum.