Óvissa er framvegis um leiklutin hjá Gerhardi Lognberg í samgonguni, og Jóannes Eidesgaard legði í ólavsøkurøðu sínari upp til samstarv við andstøðuna Jóannes Eidesgaard hevði einki svar fingið frá partamanni sínum Gerhardi Lognberg um hansara støðu í samgonguni, tá ið løgmaður fór á tingsins røðarapall fyri at halda ólavsøkurøðu sína í dag.
Løgmaður hevði annars biðið um svar, áðrenn tingið varð sett á ólavsøki.
Jóannes Eidesgaard segði í røðuni, at uttan mun til, hvussu støðan er í samgonguni, so vildi hann leggja upp til breitt samstarv millum samgongu og andstøðu um stóru politisku málini, sum standa fyri framman.
Harvið er framvegis óvist, um Gerhard Lognberg er farin úr samgonguni, ella um hann framvegis er partur av henni.