Tað segði løgmaður við Kringvarpið fyri løtu síðani, tá Kringvarpið var á gátt hjá honum í Tinganesi. Bárður á Steig Nielsen sigur, at landsstýrið hevur verið í samskiftið við donsku stjórnina um støðuna og eisini umrøtt hana í trygdarráðnum hjá landsstýrinum.
Hann vildi ikki beinleiðis siga, at Føroyar fordøma Russland, eins og fleiri av heimsins leiðarum hava gjørt.
– Men hetta er ikki rætt, sum verður gjørt, vit halda, at tað sum er farið fram í Ukraina er ikki tað, sum vit kenna frá okkara demokratiið. Og tí halda vit, at støðan er álvarsom. Men vit eru ikki boðin við til nøkur revsitiltøk, segði løgmaður við Kringvarpið.
Og tá útvarpsmaðurin tvær ferðir upp í saman spurdi, um landsstýrið fer at fordøma Russland, so sum onnur lond í vesturheiminum gera, segði løgmaður, at tað sum er farið fram er skeivt.
– Eg royndi at svara smidliga. Tað sum er farið fram er skeivt, hvat er so munurin á fordøma og siga tað, spurdi løgmaður so.
Løgmaður segði víðari, at tað hevur týdning, at vit ikki fara at gera okkum dælt av støðuni, og við tað meinti hann, at vit ikki fara at gera ímóti tí, sum umheimurin fer at gera, og at vit halda okkara virði í hásæti.
Løgmaður vísti í samrøðuni á, at tað hevur týdning ikki blanda saman handilssambond og trygdarpolitikk. Hann sigur, at nú er ein nýggj støða, sum kann hava ávirkan á okkum. Men Føroyar eru ikki bindnar um at vera við í nøkrum tiltøkum ímóti Ukraina.
– Sum eg havi skilt, so er ikki ætlanin at boykotta matvørur, so tað er ikki aktuelt fyri okkum, segði løgmaður við útvarpið hjá Kringvarpinum.