Eingin bumba funnin

Eingin bumba var funnin í Ráðhúsinum í gjár. Løgreglan avbyrgdi annars alt Ráðhúsplássið, meðan bumbuhundar og hermenn rannsakaðu bygningin.

Eingin bumba var funnin í Ráðhúsinum í gjár og um fimm tíðina seinnapartin føroyska tíð lyfti løgreglan avbyrgingina av Ráðhúsplássinum og Ráðhúsinum.

 

Løgreglan tømdi fyrst Ráðhúsið í Keypmannahavn, innan teir seinni avbyrgdu alt Ráðhúsplássið. Hetta hendi, eftir at ein bumbuhóttan var sett fram móti bygninginum. Sambært yvirborgmeistaranum í Keypmannahavn, Frank Jensen, var talan um eina hóttan frá einum 17 ára gomlum dreingi á eini barnakjattkanal. Sambært tíðindastovuni Ritzau var í hóttanini sagt, at bumban skuldi bresta klokkan 14 føroyska tíð. 

 

Bumbufólk úr bæði løgregluni og herinum rannsakaðu bygningin, men funnu ongar illgrunasamar lutir.

 

Løgreglan er nú farin undir at kanna, hvør persónurin var, sum bar fram hóttanina.