Eingin bussleið enn á sinni

Klaksvík: Fyri sløkum ári síðani legði Steinbjørn O. Jacobsen, býráðslimur í Klaksvík fram eitt uppskot um at skipa eina bussleið í næststørsta býi okkara.

Eitt av endamálunum við uppskotunum var at lætta um hjá fólki, nú bensin- og oljuprísurin er methøgur.

- Tí er tað sera kostnaðarmikið hjá fólki at koyra fleiri ferðir um dagin aftur og fram við til dømis skúlabørnum, sigur Steinbjørn, sum eisini hevur síni uppskot um, hvussu henda bussleiðin kann skipast í Klaksvík. Ein slík ruta hevði eisini verið teimum til fyrimuns hjá teimum sum eru aktiv í ítrótti, barnagarðsbørnum, arbeiðfólki og øðrum sum hava brúk fyri flutningi fram og aftur.

Eitt annað endamál var eisini at minka um ta stóru ferðsluna, sum haraftrat bæði dálkar umhvørvið og er slítandi fyri kommunalu vegirnar.

- So her liggur eisini ein sparing við eini slíkari bussleið, vísti hann á, samstundis sum hann eftirlýsti einum úttalilsi frá kommununi um, hvat málið liggur og nær tað kemur til víðari viðgerð.

Eftir at Steinbjørn O. Jacobsen legði fram ætlanir sínar, hevur hann fingið í hópatali av positivum viðmerkingum frá fólki sum, eins og hann, síggja tað skilagóða í eini slíkari bussleið í Klaksvík.

- Men beint nú, veit eg ikki hvar málið liggur, sigur hann.

VIÐMERKING:

Óli Lassen, formaður í teknisku nevnd sigur í stuttari viðmerking við Portalin, at málið er til umrøðu í umsitingini í býráðnum.

- Vit arbeiða við at kanna, um tað ber til at skipa eina bussleið her í Klaksvík, sigur hann.