Eingin dropi kom inn í skipið

In.fo hevur verið ein túr umborð á Erlu Kongsdóttir, nú skipið kom aftur úr Nólsoy við tveimum brotnum rútum.

- Hetta er eitt heilt fantastiskt skip. Skipið riggar sera væl; tað er róligt í sjónum og rullar lítið. Tí er spell, at hetta skuldi henda. Hetta hevði sum so einki við veðrið at gera. 

Soleiðid fella orðini, tá In.fo vitjar umborð stutt eftir komuna úr Nólsoy í morgun. Erla Kongsdóttir fór farmatúr til Nólsoyar klokkan 9.30, og rútarnir brotnaðu, tá skipið var á veg inn aftur til Havnar á rutuni klokkan 10.30.

Tað vóru bara eini sjey ferðafólk við á hesum túri, og tíbetur sat eingin við rútarnar, sum brotnaðu. Tað var tvassut í sjónum, og íðan var uppi.

- Hendingin fór fram, tá vit nærkaðust Buckwald. Á brúnni merktist einki, men onkur kom upp úr salongini og fortaldi, hvat var hent. 

Sum skilst á lagnum, tá In.fo vitjar umborð, so hevði hendingin einki sum so við veðrið at gera, tí tað var í stýriborðssíðu - ella le-síðuni - at rútarnir fóru. Í bakborðssíðu, sum vendi upp ímóti lágættini, hendi einki.

Besta prógv um, at eingin sjógvur stóð á stýriborðssíðu yvirhøvur, er, at glassplintur framvegis lógu í karminum uttanborðs - og inni í salongini var ikki ein dropi.

Tey, sum dagliga hava siglt við Erlu Kongsdóttir, lata sera væl at skipinum, og tað hevur heldur ikki víst seg, at skrokkurin gevur seg serliga nógv - ella mest sum slett ikki.

- Hetta er eitt fantastiskt skip. Men, nú má so okkurt gerast sum ger, at túrarnir ikki brotna aftur, tí hendingin í dag kann koma at gera, at fólk ikki tora at seta seg við rútarnar, segði onkur, vit hittu umborð á vitjanini í morgun.

Tað er eftir øllum at døma trupult at siga, hví hetta hendi, men rútarnir eru báðir brotnaðir miðskips. Tí er tað ikki óhugsandi, at tað júst er her, at rørslurnar í skipinum eru mestar.