- Eingin fær vent sær á grunninum

- Skip og bátar sleppa ikki at fiska, har fiskurin heldur til, og tískil sæst fiskurin ikki aftur í landingartølunum, sigur Osmund Justinussen.

Umframt at vera kendur sum reiðari í nógv ár, hevur Osmund Justinussen gjørt nógv burtur úr at granska veðurfyribrigdið El Niño, sum tekur seg upp í Kyrrahavinum við jøvnum millumbili.

- Vit eiga at fiska, meðan fiskur er, tí tá livilíkindini broytast aftur, er fiskurin burtur sum døgg fyri sól.

Trolbátaeigarin ivast onga løtu í, at El Niño hevur stóra ávirkan á veður og fiskiskap undir Føroyum. Tilgongdin av toski hevur verið góð seinnu árini, men vit síggja lítið og einki aftur í landingarnøgdum og hagtølum.

Osmund Justinussen vísir á, at tey fáu skip, sum eru eftir á grunninum, eru “hegnað” úti av brúkiligum fiskimiðum - við kassum og friðingum, og sjálvt Føroyabanki er hermetiskt stongdur.

- Eingin fær vent sær á grunninum, og eingin sleppur at fiska, har fiskurin heldur til, og tískil sæst fiskurin ikki aftur í landingartølunum, hevur Osmund Justinussen áður sagt.

Royndi maðurin í føroyskari fiskivinnu gjøgnum tað mesta av einari hálvari øld er sannførdur um, at ikki síðan í seinnu hálvu av nítiárunum hava livilíkindi hjá fiski á Føroyagrunninum verið so góð sum nú.

- Her er bæði æti, nebbasild og toskasild ella hvítingsbróður, og nú hava vit eisini hin rætta sjóvarhitan við botnin, sum er altavgerandi og sum eisini er ein positiv avleiðing av El Niño.

Osmund Justinussen sigur, at umleið hálvt ár eftir, at El Niño hevur verið í hæddini í Kyrrahavinum, ávirkast eisini sjóvarhitin við botnin á Føroyaleiðini og harvið alt gróðrarlív og sostatt eisini fiskiskapurin á grunninum.