Eingin fótbóltur í dag

Tað verður eingin fótbóltur í dag. Tær báðar fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið, sum ætlaðar vóru at verða spældar á Sandi og í Gundadali, eru orsaka av vetrarveðrinum avlýstar. Enn er ikki avgjørt, nær dystirnir HB-TB og B71-AB skulu spælast.

Sambært FSF ætlanini skulu EB/Streymur-KÍ og 07 Vestur-B36 spælast seinnapartin í morgin.

Veðurvánirnar siga frá vetrarveðri fram til hósdagin.