Eingin fráboðan um vindskaða

Løgreglustøðin hevur onga fráboðan fingið um vindskaða. Ein fráboðan um ófrið í býnum og herverk gjørt á ein bil.

Hóast nógvan vind um landið, letur tað ikki til, at vindurin hevur gjørt størri skaða. Vakthavandi á løgreglustøðini hevur onga fráboðan fingið, ei heldur veit brandstøðin í Havn um nakran skaða orsaka av vindi.

 

Náttarvaktin varð sjálvandi merkt av eldsbrunanum í Havnini í gjárkvøldið og løgreglan hevur verið á varðhaldi á staðnum í alla nátt. Í morgun er serfrøðingur á staðnum, fyri at kanna, um til ber at sláa fast, hvar eldurin er byrjaður.

 

Burtsæð frá eldsbrunanum hevur løgreglan havt lítið at gjørt. Ein fráboðan var um ófrið uttan fyri eitt skeinkistað í Havnini, men tað vísti seg at hava lítið upp á seg.

 

Ein onnur fráboðan var um herverk framt móti einum bili í miðbýnum í Havn. Nakrir ótangar høvdu brotið eitt spegl á einum bili. Annars hevur tað verið stak friðarligt í nátt, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.