Alt bendir á, at sandoyingar fáa fast samband við meginøkið um nøkur ár.
Fleiri møguleikar hava verið nevndir, men enn er ikki avgreitt, hvussu linjuføringin verður um Skopunarfjørð.
Fyri bygdarfólkið í Hesti hevur ein einstakur spurningur kortini stóran og avgerandi týdning: Um hesin undirsjóvartunnilin kemur upp í Hesti ella ikki.
Tey eru sannførd um, at henda avgerðin fer at avgera um bygdini verður lív lagað í framtíðini.
- Kemur hann ikki upp her, verður bygdin avtoftað!, sigur Sanna Silvurstein avgjørd.
Greiðar fylgjur
Á fundinum hjá Útoyggjafelagnum greiddi hon frá umstøðunum í heimbygd hennara.
Tað skiltist greitt á framløgu hennara, at framtíðin hjá oynni er sera nógv tengd at linjuføringini hjá ætlaða Sandoyartunlinum.
Júst hvussu ein fer at skipa sambandið hjá hestfólki við henda tunnilin er ikki greitt enn.
Men fyri fólkið er eingin ivi um tann týdning, sum hetta sambandið hevur at týða og fer at fáa fyri tey.
- Fáa vit samband við tunnilin verða fylgjurnar heilt greiðar: Ferðavinnan fer at økjast, arbeiðspláss kunnu verða skapt og frítíðarmøguleikar verða í hópatali.
- Alt hetta fer síðani at gera tað, at fólkatalið í oynni fer at vaksa, sigur Sanna.
Hinvegin – kemur undirsjóvartunnilin ikki, verða avleiðingarnar ógvusligar!
Eina jollu
Í løtuni røkir strandfaraskipið Teistin ferðasambandið til Skopunar og út í Hest.
Men hestfólk ivast ikki eina løtu í, at tá undirsjóvartunnilin letur upp, verður Teistin tikin úr sigling í somu løtu.
- Ístaðin fyri Teistan fara vit tá at fáa eina jollu at sigla til Gomlurætt, sigur Sanna ikki sørt hørm á málinum. Hon nevndi, at fólk í oynni sjálvi hava gjørt eina alternativa ferðaætlan um Hestfjørð.
Tær víðari avleiðingarnar av hesum versnaða ferðasambandinum er, at møguleikin at búgva í oynni og arbeiða á fastlandinum hvørva, samstundis sum ferðavinnan fer burtur í einki.
- Tað sigur seg sjálvt, at undir slíkum umstøðum fer fólkið at flyta av oynni. Stutt eftir verður hon avtoftað, sigur Sanna.
Hinvegin visti hon um fleiri, sum høvdu hug at flyta til oynna. Men neyðugt var við íløgum um hetta skuldi gerast veruleiki.
Hestur hevur í dag eina góða ferjulegu og eitt gott strandfaraskip.
Spurningurin er, um hetta er nóg mikið fyri tey 17 mannfólkini og tey 10 konufólkini sum búgva har í løtuni!