Eingin áhugi fyri føroyska landsliðsevninum í Horsens

Fótbóltur: Eingin áhugi er fyri at finna út av, um hálvi føroyingurin, sum hevur fingið yrkissáttmála í Englandi, kann brúkast á føroyska fótbóltslandsliðnum

(ÅRHUS) Hóast Claus Bech Jørgensen, sum hevur føroyska mammu, telist millum bestu málskjúttarnar í donsku 1. deild og hevur fingið yrkissátmála við enskt felag, er eingin áhugi fyri at finna út av, um 23-ára gamli spælarin kann brúkast á føroyska landsliðnum, og um hann yvirhøvur hevur hug at verða við.

Allan Simonsen, landsliðsvenjari, hevur ikki enn hugt eftir ella sett seg í samband við Horsens-spælaran, og hann heldur tað verða rættiliga ósannlíkt, at Claus Bech Jørgensen kemur uppá tal til føroyska landsliðið áðrenn summarsteðgin.

Tað var Ítrótttar-Sosialurin, sum fyri meira enn einum mánaði síðani skrivaði um hálva føroyingin, sum frá 1. juli í ár skal spæla fyri enska felagið Bournemouth, og sum í prinsippinum kann spæla á føroyska fótbóltslandsliðnum.


Ikki hugt eftir Claus enn

Tá segði Allan Simonsen, at hann ætlaði sær at finna út av, um Claus Bech Jørgensen hevur fótbóltseginleikar, sum gera hann kvalifiseraðan til føroyska A-landsliðið. Og meðan Allan Simonsen á páskum var í Føroyum og hugdi eftir fótbólti, var Ítróttar-Sosialurin og njósnaðist, tá Claus Bech Jørgensen spældi fyri lið sítt AC Horsens.

Har var sjón fyri søgn, at Claus er ein arbeiðssamur og tekniskt góður spælari, sum telist millum profilarnar í 1. deild, og sum er besti álopssinnaði spælarin á liðnum hjá Horsens.

Men hóast tað nú er meira enn ein mánaður liðin, síðani Ítróttar-Sosialurin av fyrstan tíð bar tíðindini um spælaran, er einki nýtt at frætta í málinum.

? Enn havi eg ikki sæð Claus Bech Jørgensen spæla, men eg havi roynt at fylgt við í bløðunum. Hinvegin eri eg næstan hvørt vikuskiftið úti og hyggi eftir Jákup Mikkelsen, Toda Jónsson og øðrum føroyskum spælarum í Danmark, tí eg meti tað verða av avgjørdum týdningi, at eg veit, hvussu væl stuðulsspælararnir á landsliðnum eru fyri, sigur Allan Simonsen.

? Harafturat skal eg eisini fylgja við, hvussu spælararnir heima í Føroyum standa seg, og um tað eru møgulig nýggj landsliðsevni har. Men fyrr ella seinni kemur túrurin eisini til Claus.


Eg krevji støðugt spæl

Allan Simonsen hevur í síni tíð sum landsliðsvenjari hildið fast í somu spælarum frá dyst til dyst, og hevur við tí roynt at skapa framgongd og stabilitet á liðnum. Útskiftingar hava verið gjørdar, tá tað hevur verið neyðugt, men nógvir av stuðulsspælarunum hava fingið nógvan kreditt.

? Eg taki ikki nýggjar spælarar út, bara tí teir spæla væl ein dyst ella tveir. Eg havi eina stammu á landsliðnum, sum eg brúki frá dyst til dyst, og eg krevji at síggja støðug avrik frá einum spælara, áðrenn hann kann koma á landsliðið, sigur landsliðsvenjarin.

? Harafturat skal eg eisini hugsa um, at spælararnir, sum eg taki út til landsliðið, hóska til okkara spælistíl og annars passa inn í hópin, tí tað eru ikki altíð teir bestu spælararnir, sum blíva til tað besta liðið. Hygg bara eftir FC Keypmannahavn.

Allan Simonsen vil ikki avvísa, at Claus Bech Jørgensen kann koma uppá tal til føroyska landsliðið áðrenn summarsteðgin.

? Men eg meti tað verða rættiliga ósannlíkt, slær landsliðsvenjarin fast.

Føroyar spæla 5. juni móti Skotlandi, og fýra dagar seinni spælir A-landsliðið móti Bosnia-Hersegovina.