Eingin ivi á Slættanesgøtuni

Slættanes: Nú verður hópin lættari at finna leiðina hjá teimum, ið ætla sær at ganga til fjarlagnu og avtoftaðu bygdina í Vágum.

Fyrr í heyst fóru fýra mans frá Vága Bjargingarfelag til fjals við einum í huga: At merkja allar varðarnar á teirri sonevndu Slættanesgøtuni.

Henda gøtan gongur av Hálsi omanfyri Sandavág og allan vegin Norður eftir Fjøllum til Slættanes, hagani seinastu fólkini fluttu í 1964.

Teir fýra - Suni Johansen, Meinhard Johannesen, Neinbjørn Nattestad og Jóhan Nielsen - merktu allar 25 varðarnar, soleiðis at tann fyrsti varðin á gøtuni hevur nr. 1 og tann seinasti, beint omanfyri bygdina á Slættanesi hevur nr. 25.

Nógv fólk ganga eftir gøtuni, sum í mjørka kann vera villingarsom. Nógv hava gingið skeivt og ofta hevur verið leitað eftir fólki, sum ikki eru komin vegin fram.

- Nú eru so sett nummar á allar varðarnar, soleiðis kunnu fólk, um tey hava eitt kort við, altíð vita hvar tey eru stødd, verður sagt.