Eitt brúgvalag við regni kemur í dag inn yvir Føroyar av vestri. Mikudagin fer eitt nýtt brúgvalag framvið. Hetta óstøðuga og lýggja veðrið við nógvum vindi heldur kortini á.
Í dag
Mánadagin verður andøvsgul upp í ein strúk av vestri, 8 til 13 m/s, og tað klárar í. Hitin alt samdøgrið millum 6 og 9 stig.
Í morgin
Lot til andøvsgul av útsynningi og suðri, 3 til 8 m7s, sum øtlar í andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, um náttina upp í hvassan vind, 15 m/s. Turt og sólglottar, um náttina skýggjað. Hitin alt samdøgrið millum 6 og 9 stig.
Mikudagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, skýggjað og regn. Seinni andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, og tað klárar í. Um náttina turt og klárt og lot til andøvsgul av útsynningi og suðri, 3 til 8 m/s. Hitin alt samdøgrið millum 6 og 9 stig.
Hósdagin
Hann øtlar vindin í andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi og suðri, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Turt og sólglottar, seinni skýggjað og møguliga ælaveður. Hitin alt samdøgrið millum 6 og 9 stig.
Fríggjadagin
Andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Samdrigið og møguliga ælaveður. Hitin alt samdøgrið millum 6 og 9 stig.
Leygardagin
Strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi, 13 til 18 m/s, í støðum harðar hvirlur, skýggað og regn. Seinni hvassur vindur av vestri, 10 til 15 m/s og tað klárar í. Hitin millum 7 og 10 stig.