Eingin kommunulækni á Tvøroyri í næstan tríggjar vikur

– Tað hevur ikki eydnast at fáa nakran lækna til arbeiðis, sigur Heilsutrygd

Nú um ársskiftið verður kommunulæknatænastan í Suðuroy munandi skerd. Støðan er nevniliga tann, at tað verður eingin kommunulækni til arbeiðis á Tvøroyri næstan tríggjar vikur, ella í døgunum frá 20. desember til trettanda dag, 6. januar.

 

John Dalsenni Olsen, fulltrúi á Heilsutrygd, sigur at orsøkin til tað er, at tað hevur rætt og slætt ikki eydnast at fáa nakran lækna at átaka sær arbeiðið hesa tíðina.

 

Tað eru tveir kommunulæknar á Tvøroyri. Annar læknin er í føstum starvi, men hitt starvið er mannað við skiftandi avloysarum. Í løtuni er støðan kortini tann, at læknin í føstum starvi er sjúkrameldaður, og sostatt hevur avloysarin verið einsamallur í starvi. Men hann arbeiðir ikki longur enn til mikudagin 19. desember, tá ið hann fer av stað aftur.

 

John Dalsenni Olsen vísur á, at tað hevur mangan víst seg at vera ringt at fáa avloysarar at arbeiða á jólum, men í hesum føri hevur tað ikki eydnast teimum at fáa nakran avloysara yvirhøvur. Og sostatt er eingin kommunulækni til arbeiðis frá 20. desember til 6. januar.

 

Hann leggur afturat, at hesa tíðina kunnu fólk, sum hava lækna á Tvøroyri, fara til lækna í Vági. Men hann vísir kortini á, at tey skulu bara venda sær til læknan í Vági tá ið tørvur er á bráðneyðugari læknahjálp. Og tað merkir eisini, at allar koppsetingar, og onnur læknaørindi, sum ikki eru bráðneyðugar, eiga at bíða til lækni aftur er til arbeiðis á Tvøroyri.

 

Hann heitir eisini á fólk, sum taka heilivág fast, um at tryggja sær, at tey hava nokk av heilivági til kommulækni aftur verður til arbeiðis á Tvøroyri.

 

Fulltrúin á Heilsutrygd vísir somuleiðis á, at hesa tíðina, eingin lækni er á Tvøroyri, eru rættiliga nógvir halgidagar, og tá er eingin kommunulækni til arbeiðis kortini, tí uttan fyri vanliga arbeiðstíð, skulu fólk, sum hava brúk fyri lækna, ringja til læknavaktina kortini.

 

– Vit eru geið yvir, at hetta er ikki tann besta loysnin. Vit vildu fegin havt lækna á Tvøroyri eisini hesa tíðina, men hevur rætt og slætt ikki latið seg gera at fáa nakran lækna til arbeiðis, sigur John Dalsenni Olsen.