Eingin landsliðsleikari

Tað man vera eindømi í nýggjari tíð, at eitt lið er vorðið føroyameistari uttan at eiga ein tann einasta landsliðsleikara

Fyrsta landskappingin í nýggja túsundára skeiðnum er nú liðug, og tá tikið verður samanum, kann ikki sigast annað enn, at endaliga støðan var heldur óvæntað.


VB mundi ikki vera tað liðið, sum flestu fótbóltsáhugað høvdu sum fremsta FM-heitið, men tá alt kom til stykkis, vóru vágbingarnir teir drúgvastu.

Mest merkisverda við liðnum er, at ikki ein tann einasti av teimum leikarum, sum í árinum hava verið á vølli fyri VB, eiga pláss í hitanum hjá Allani Simonsen.

Tó so, onkur av útlendsku leikarunum høvdu ivaleyst verið á landsliðnum, var pass teirra føroyskt, men umframt dygdirnar hjá einstøku leikarunum, hevur tað fyrst og fremt verið kollektiva styrkin, sum hevur borið liðið gjøgnum árið.

Málverjin, Bjarni Johansen, hevur tó onkuntíð verið við í landsliðshópinum, og avrik hansara í ár hava eisini verið sera sannførandi.


Dentur á verjupartin

Stóra styrkin hjá VB liðnum hevur hetta árið verið, at teir hava verið sera væl skipaðir í verjupartinum.

Talan er um so at siga sama fólk, sum hevur mannað verjupartin í drúgt áramál. Nakað sum sjálvandi merkist, tí leikararnir kenna hvønn annan somikið væl, og duga sera væl at lesa, hvat annar parturin ger í ymsu støðunum á vøllinum.

Framman fyri miðverjuna hava teir so at siga alt árið havt ein uppruddara á miðvøllinum, og so tveir framrættaðar leikarar, sum fyri tað mesta hava verið Tórður Holm og Milan Kulic.

Umframt at vera væl skipaðir í verjupartinum, hevur sterkasta álopsvápnið verið kontraálopini. Ein týðandi partur av hesum hevur verið Jón Pauli Olsen, sum í álopspartinum nærum hevur virkað sum eyka áleypari. Skal nakað landsliðsevni finnast millum útileikararnar á VB liðnum, er tað kanska júst Jón Pauli, hóast aldur hansara helst inniber, at hann neyvan kemur upp á tal í so máta.

Harumframt hevur VB so eisini havt eitt tað vandameista álopsparið í landinum. Leikandi venjarin, Krzystof Popczynski og landsmaður hansara úr Póllandi, Robert Cieslewicz hava í ár verið førir fyri at givið øllum landsins verjum alstórar trupulleikar. Leygardagin vóru tað júst teir báðir, sum við tveimum málum syrgdu fyri, at meistaraheitið í fyrstu deild hjá monnum endaði í Vági hetta kappingarárið. Eitt kappingarár, sum hevur talst millum tey mest spennandi nakrantíð, og har einki var avgjørt fyrr enn seinasta bríkslið hevði ljóðað.