Hóast landsstýrið fleiri ferðir hevur víst á, at breið semja fór at finnast í uttanlandsnevndini fyri fullveldismálinum, eydnaðist hetta ikki. Hetta fingu vit heilt greitt staðfest frá uttanlandsnevndarlimunum í gjár, hóast blaðið fór til prentingar áðrenn endaligi fundurin, ið byrjaði klokkan trý, var liðugur.
Tað hevur nevniliga ikki eydnast nevndini at fáa gjørt eitt felags álit í málinum, og heldur ikki hevur tað eydnast at fáa Miðflokkin at skriva álit saman við samgonguflokkunum.
Tveir møguleika
Áðrenn seinasta fundin seinnapartin í gjár, vóru øll útlit fyri breiðari semju rokin. Tá sóðust bert tveir møguleikar, ið hvørgin gav breiða semju. Annar var, at samgonguflokkarnir skrivaðu eitt felags álit, meðan andstøðuflokkarnir hvør í sínum lagi komu við einum áliti. Hin møguleikin var, at Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin samdust um eitt felags álit, eins og samgonguflokkarnir, meðan Miðflokkurin framvegis stóð einsamallur.
Undir øllum umstøðum er eingin av hesum møguleikunum grundarlag fyri breiðari semju, hvørki millum teirra, ið taka undir við ætlanum landsstýrissins ella teimum, ið eru ímóti ætlanum landsstýrisins.
Tó ikki svart hvítt
Men málið er kortini ikki bert svart og hvítt. Tað eru eisini flokkar, ið ynskja broytingar í ríkisrættarligu viðurskiftunum, um ikki á sama hátt, sum samgonguflokkarnir.
Javnaðarflokkurin boðaði á landsfundi herfyri frá, at hann ikki tekur undir við ætlan landsstýrisins, og tí ikki fór at stuðla henni. Men flokkurin hevur tó boðað frá, at hann ynskir meira sjálvstýri. Hann vil yvirtaka málini, so hvør føroyingar eru førir fyri tí, í staðin fyri at taka yvir øll mál, eins og landsstýrið vil.
Sambandsflokkurin vil eisini broytingar, um ikki so víðgongdar, sum Javnaðarflokkurin. Tí sita hesir báðir flokkar í skrivandi løtu og arbeiða við at fáa í lag eitt álit, teir í felag kunnu leggja fyri uttanlandsnevndina.
Miðflokkurin sigur seg virða samráðingarrættin hjá landsstýrinum, men hevur kortini skrivað sítt egna álit. Hetta heldur hann vera skilabest, hóast flokkurin, eins og samgongan, vil hava broytingar í ríkisrættarligu støðuni.
Í sambandi við, at Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin hava arbeitt saman um felags álit, hevur Jenis av Rana ført fram, at verður hetta veruleiki, er breiða semjan longu funnin, tí tá hevur Javnaðarflokkurin togað Sambandsflokkin á slálvstýrisleið.
Uppritið almannakunngjørt
Tað eydnaðist ikki Sosialinum at fáa fatur í úrslitinum av seinna fundinum hjá uttanlandsnevndini, áðrenn blaðið fór til prentingar. Men væntandi var, at uppritið varð almannakunngjørt eftir fundin, tá landsstýrið hevði fingið álitini.