- Levi má hava hóskandi undirvísing, soleiðis at hann kann hava somu møguleikar sum øll onnur.
Soleiðis sigur Morten Kronborg Jacobsen um sonin Levi, sum hevur fingið staðfest orðblindni, men sum ikki fær atgongd til hóskandi orðblindaundirvísing. Levi gongur á Santa Frants skúla, men einki tilboð verður til hansara um orðblindaundirvísing fyrr enn næsta skúlaár, tá Levi kemur í 4. flokk.
Hetta er ikki nóg gott, heldur Morten K. Jacobsen, sum sjálvur er orðblindur, og sum óttast, at somu avmarkingar fara at gera seg galdandi fyri Levi, sum Morten K. Jacobsen hevði, tá hann var yngri.
Morten K. Jacobsen ilskast inn á, at hóast Levi ikki fær orðblindaundirvísing, so skal hann fylgja við í vanligu tímunum, sum Morten metir vera spill av tíð.
- Hví skal sonurin hjá mær hava átta tímar í føroyskum og fýra tímar í donskum og so framvegis, drongurin dugir ikki at lesa! Hví verður hann tikin upp í har? Hví verður tann tíðin ikki sett av til at undirvísa hann í at læra at lesa? Tí at tað er tað, sum hann ikki dugir. Hann fær at vita, at hann skal lesa hesa bókina, men hann dugir ikki at lesa. Hann fær at vita, at hann skal skriva hetta, men hann dugir ikki at skriva, sigur Morten Kronborg Jacobsen.
Óttast at søgan endurtekur seg
Morten K. Jacobsen fekk sjálvur sum vaksin staðfest orðblindni, og orðblindnið hevur uttan iva sett avmarkingar í lívinum hjá honum, tí at hann ikki fekk neyðugu hjálpina sum smádrongur, heldur hann. Eftir loknan fólkaskúla lá hugurin til at lesa jura ella psykiatri, men við lesiførleikunum, sum hann hevði tá, kom tað ikki upp á tal. Ístaðin fór hann á sjómansskúla, har hann las til skipara.
Undirvísingin á sjómansskúlanum gekk í heila tikið út upp á at rokna, og at rokna hevði Morten K. Jacobsen ongar trupulleikar við.
Nú er Morten K. Jacobsen farin undir at lesa framleiðslutøkni á Glasi, tí hann orkaði ikki lívið á sjónum meira. Men fyri at kunna fylgja við í undirvísingini mátti hann betra um lesiførleikarnar, og tað hevur hann sjálvur gjørt við hjálp av einum forriti, ið eitur Set í orð.
Set í orð er eitt lesiforrit til teldu, ið lesur orð upp av skíggjanum. Forritið er eisini eitt tilboð, ið Santa Frants skúli kann bjóða næmingunum, men hetta er ikki nøktandi, heldur Morten K. Jacobsen, sum krevur ordiliga orðblindaundirvísing til Levi.
Eftir fólkaskúlan royndi Morten seg á handilsskúla, men hann fekk ein skelk, tá hann fann útav, hvussu hann varð viðfarin, tá hann ikki kundi fylgja við í lesingini.
- Í handilsskúlanum fekst tú at vita, at tú skuldi lesa hesar og hasar síðurnar til dagin eftir, og at tað fór at taka ein hálvan tíma. Eg sat í sjey tímar og kom ongan veg. So kom eg aftur í skúlan dagin eftir og fekk at vita, at eg hevði ikki gjørt nakað burturúr; hetta hóast eg hevði sitið allan dagin fyri og lisið.
Skúlagongdin í fólkaskúlanum var ikki nógv betri, tí har hildu hini - bæði næmingar og lærarar - at Morten K. Jacobsen var bara býttur.
- Men eg eri jú ikki býttur, og tað var eg heldur ikki tá. Eg havi altíð verið rímiliga væl fyri, eg dugi at hugsa, og eg dugi væl at rokna. Tað er bara tað, at eg dugdi ikki at lesa.
Og Mortan sær fyri sær, at um Levi fær eins ringar sømdir í fólkaskúlanum, sum hann gjørdi, so fer tað at hava við sær somu avmarkingar, tá farast skal víðari í lívinum.
- Sonurin hjá mær fer at enda sama stað, har hann sum 15 ella 16 ára gamal simpulthen hevur mist mótið. Hann missir møguleikan at fáa sær eina útbúgving. Tá tú fert undir hægri útbúgving, so mást tú fylgja við. Dumpar tú, so fært tú ikki hasa útbúgvingina, sum tú hevur sett tær fyri.
Bókstavirnir flyta seg
Tað er torført at greiða frá, júst hvussu tað er at vera orðblindur, sigur Morten Kronborg Jacobsen.
- Í Gummi Tarzan fara bókstavirnir upp at dansa í bókini, og hjá summum er tað kanska so. Tað er ein góður máti at lýsa orðblindni uppá, hóast tað kanska ikki er so ógvilsligt í veruleikanum. Hjá mær er tað so, at bókstavirnir broytast, sigur Morten og peikar á veggin húsaveggin í Vágsbotni, har tað stendur Poul Hansen.
- Eg veit, at har stendur Poul Hansen á hasum vegginum, men um eg ikki visti av tí og stóð og hugdi, so hevði eg kunnað sæð tað sum P-O-U-L-L, H'ið hevði kanska verðið til tvey L, og onkur annar stavur hevði kanska verið burtur. Hevði onkur so fortalt mær, at har stóð Poul Hansen, so hevði tað komið fram.
Játtanin tikin burtur
Tað er rætt, at har er ikki stórvegis tilboð til Levi ella onnur orðblind á Santa Frants skúla, váttar Johan Marner Stenberg, varaskúlastjóri á skúlanum, og orsøkin er rættiliga einføld: játtanin til orðblindaflokk er spard burtur av Mentamálaráðnum.
- Vit hava havt ein orðblindaflokk, har tey hava fingið undirvísing sum orðblindanæmingar tveir dagar um vikuna. Men tað er spart burtur av mentamálaráðnum. Vit fingu tað sum eina eykajáttan, men nú er hon spard burtur.
Talan var um eitt tilboð til allar skúlarnar í Tórshavnar kommunu, har næmingar við orðblindni kundu fara út á Santa Frants skúla at fáa undirvísing tvær ferðir um vikuna. Tilboðið hevur verið í nøkur ár, men í summar varð tað so tikið burtur.
Johan Marner Stenberg ger greitt, talan var um eina royndarverkætlan, men at játtanin varð tikin burtur, uttan at skúlin varð kunnaður um hetta frammanundan ella boðin á fund.
- Vanliga plagar tú at verða kallaður inn til fundar fyri at vita, hvussu royndarverkætlanin gongur, men tað vórðu vit so ikki. Vit vistu ikki fyrr enn í juni mánaði, hvør játtanin var til tímar, og tá og var hetta spart burtur, uttan at tey høvdu sagt okkum frá.
Á Santa Frants skúla arbeiða tey í løtuni við at seta í verk aftur orðblindaundirvísing, men tað verður bert eitt tilboð til næmingarnar á skúlanum.
- Tilboðið er ikki líka stórt, tí tað hava vit ikki tímar til. Men tað verða eini átta ella níggju tímar um vikuna.
- Vit síggja væl, at vit hava ein trupulleika, men frá almennari síðu mugu vit siga, at tey ignorera, at har er ein trupulleiki. Tað er ikki nokk, at vit í løtuni bara hava ein orðblindalærara, sum í einari viku hevur fýra og ein hálvan tíma at vera orðblindalærari. Í teirri tíðini skal hann gera kanningar av næmingum, ráðgeva lærarum og so eisini undirvísa, sigur Johan Marner Stenberg.
Á Santa Frants skúla eru um 360 næmingar, og um 10 teirra stríðast við orðblindni. Við játtanini sum er, ber ikki til at lofta teimum næmingunum á nøktandi hátt, sigur Johan Marner Stenberg, og tí er skúlin noyddur at leggja tímar um, soleiðis at fleiri orðblindatímar koma á skrá.
Tá spurdur um forritið Set í orð sigur Johan Marner Stenberg, at tað er nakað, ið skúlin kann bjóða næmingum, men at tað er tað, sum skúlin er í ferð við at leggja um.
- Set í orð er eitt forrit, ið skal hjálpa tær at lesa og skriva. Tað fáa næmingarnir bjóðað á skúlanum, men tú mást fáa undirvísing í at nýta forritið. Næmingarnir mugu læra at brúka tað, tað er ikki nokk bara at senda næmingarnar til hús við telduni og so einki meira.