info
Ongi úrslit

Eingin pína er so ring hjá foreldrum sum hendan

– Tað kann ikki passa, at vit ikki kunnu gera okkurt munagott, sigur Súsanna Olsen, forkvinna í Sinnisbata

Áki Bertholdsen
28. juni 2022 kl. 11:16

 

Tøl frá Barna- og ungdómspsykiatriskari deild siga okkum, at støðan er ikki góð. Frá 2013-2021 eru ávísingarnar til Barna- og ungdómspsykiatriina meiri enn fýrafaldaðar. Tað staðfestir Súsanna Olsen, forkvinna í Sinnisbata.

Hon vísir á, at nú fyrra hálvár í ár fer aftur um, standa 215 børn og ung á bíðilista til Barna- og ungdómspsykiatriina. Í mai varð mett, at bíðitíðin er 18 mánaðir. Hon sigur, at hetta er til miklan ampa fyri bæði børn og ung, sum stríðast, og tað er ikki til minni ampa fyri teirra avvarðandi.

 – Eingin pína er so ring hjá foreldrum, sum síggja at barn teirra líður, og at tey ikki fáa hjálpt teimum - ella at hjálpin, sum er at fáa frá serkunnleikin, ikki strekkir til, sigur hon. Men hon heldur, at tað kann ikki passa, at vit ikki kunnu gera okkurt munagott her.

– Vit hava júst verið í eini koronutíð, har vit hava brúkt 100 tals milliónir av almennum pengum fyri at bjarga lívum. Samstarvsviljin ímillum tey ymsu økini gekk sera væl, og einki var óført. Hetta er gott, og eg eri glað, takksom og errin av, at vit liva í einum vælferðarsamfelagi, ið megnar slíkt, sigur hon.

Myndin er ikki tøk

– Samstundis vísa tølini í talvuni omanfyri, at vit hava fingið nakað, ið minnir um eina sálarheilsu-umfarssótt. Hendan umfarssóttin er minst líka álvarsom fyri ein part av børnum og ungum í Føroyum, sum korona er.

Nøkur av okkara børnum og ungu fara at detta niður ímillum, fáa tey ikki røttu hjálpina. Sosial armóð og sálarligur mistrívnaður í kjalarvørrinum á sálarligari sjúku, kunnu verða ein fylgisveinur hjá nógvum restina av lívinum.

– Hetta hava vit als ikki ráð til - hvørki í vanliga landsrokniskapinum, og enn minni á etisku kontu okkara. Sjálv líðingin er eitt, men lat vit standa til, fara sálarlig seinárin, í longdini, at leggja nógv størri trýst á tað almenna

Her ruggar als ikki rætt. Eg veit ikki hvar er galið, men ein loysn má finnast nú, sigur forkvinnan í Sinnisbata.

Heilsumálaráðið hevur sett pening av til at økja um orkuna at útgreina sálarligar sjúkur, Men Súsanna Olsen stúrir fyri, at hetta ikki er nokk, um ikki tiltøk eisini verða sett í verk fyri at fáa fáa bíðilistan at styttast. Í mai mánað vísti barna- og ungdómspsykiatriin á, at tað eru alsamt fleiri børn og ung, ið dragast við svárar sálarligar trupulleikar – og at børnini eru eisini yngri enn áður.

– Tað krevur serlækna og sálarfrøðiligan serkunnleika. Men tey eru ov fá - ella haltar samstarvið við aðrar viðkomandi stovnar. Men tað er neyðugt við einum samstarvi ímillum fleiri øki, heldur hon.

– Avvarðandi ráð eiga at fara á allar viðkomandi stovnar her í Føroyum eftir fakfólki, ið kunnu vera við til at loysa trupulleikan. Saman við barna- og ungdómspsykiatriini kunnu tey fáa bíðilistan styttri, og samstundis verða hesi børnini og tey ungu, sum stríðast, eisini loftað.

– Eg vil síggja sama samstarvsvilja, og somu smidligheit ímillum stovnar og fakfólk, sum vit sóu undir koronu-farssóttini, har Føroyar legði seg á odda í heimshøpi við at testa flest fólk, sigur Súsanna Olsen.

Hon sigur, at mangla serkøn fólk í Føroyum, má fakligur stuðul, og serkunnleiki, útvegast uttanlands.

– Hetta er kostnaðarmikið, men eg haldi ikki, at vit hava ráð at lata vera at brúka pengar uppá nakað so átrokandi, sum hetta, sigur Súsanna Olsen, forkvinna í Sinnisbata.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

Í gjár kl. 07:54

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Ajax tapti fyri Roskilde í toppuppgerðini

24 minuttir síðan
Fótbóltur

Hanus og liðfelagarnir taptu annan dystin á rað

6 tímar síðan
Hondbóltur

Valur og Stjarnan vunnu

6 tímar síðan
Fótbóltur

ÍBV megnaði ikki at tryggja sær bronsuna í kvøld

7 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Adrian mundi fingið skaða av grovari takkling

7 tímar síðan
Hondbóltur

Níggju føroysk mál vóru skotin í heimasigri hjá HF Karlskrona

8 tímar síðan
Tíðindi

Innflutningurin farin upp um 12 milliardir krónur

8 tímar síðan
Fótbóltur

Vendsyssel FF hevur bert fingið tvey stig í seks teimum seinastu dystunum

8 tímar síðan
Tíðindi

Elsti dani nakr­an­tíð var lim­ur í danska nazista­flokkinum

9 tímar síðan
Hondbóltur

Burn: EB mátti lúta fyri Kyndli í høllini á Eiði

9 tímar síðan
Tíðindi

Annar sigurin á rað hjá Skuru

9 tímar síðan
Fótbóltur

Tað verður eingin fótbóltur í Vági í morgin

9 tímar síðan