Eingin politikkur í Vestmanna í kvøld

- Í míni setanarrøðu í kvøld fari eg serliga at hugleiða um stevnuna og ítróttin, sigur Pauli T. Petersen, borgarstjóri.

Fjarðastevna, sum skiftir millum Skála, Strendur og Vestmanna, er annaðhvørt ár í Vestmanna, og í ár eru tað vestmenningar, sum skipa fyri. Stevnan er í Vestmanna um vikuskiftið, og tað verður borgarstjórin, Pauli T. Petersen, sum fer at seta stevnuna nú um eina løtu.

 

- Tað er altíð hugaligt at halda røðu um tey positivu tingini, sum eru í kommununi, og í kvøld ætli eg mær serliga at røða um ítróttin í Vestmanna.

 

Borgarstjórin vísir á, at kappróðurin í Vestmanna er uppgangandi í løtuni, og einir fimm bátar eru mannaðir.

 

- Vit hava tvær barnamanningar, harav dreingirnir í Havfrúnni gjørdust fremstir á jóansøku í Vági. Genturnar í sama báti eru eisini við væl. Seksmannafarið Fortuna er mannað við bæði kvinnum og monnum.

 

Pauli T. Petersen vísir á, at tíggjumannafarið Vestmenningur er ikki mannaður í ár, og tað er greitt, at tað krevur nógv at manna eitt tíggjumannafar.

 

- Men, tá vit hava børn og ung, sum rógva, og fólk eru at halda teimum til, er vón fyri, at kappróðurin, sum nú er uppgangandi, fer at mennast enn meira. Tað vóru tíðir, tá Vestmenningur lá í oddinum í føroyskum kappróðri.

 

Pauli T. Petersen fegnast ikki minst um hondbóltin, sum gjøgnum fleiri ár líka sum hevur verið ímyndin av Vestmanna.

 

- Aftur í ár megnaðu okkara hondbóltsleikarar, yngri sum tilkomnir, at røkka góðum úrslitum, harav besta liðið gjørdist FM-vinnari. Kvinnurnar klára seg væl, og tað gera tey yngru og børnini eisini.

 

Hann sigur, at tað hevur góða ávirkan á hondbóltin, at VÍF eisini hevur ungdómsvenjara knýttan at felagnum.

 

Borgarstjórin sigur, at ein onnur ítróttargrein, sum eisini hevur góðan gróðrarbotn í Vestmanna, er badminton, og bygdin eigur fleiri góðar badmintonleikarar.

 

- Í míni setanarrøðu í kvøld fari eg serliga at hugleiða um stevnuna og ítróttin, og eg fari at fegnast um góðu og positivu gongdina í okkara kommunu. Men, eg fari slett ikki at røða um politikk, sigur Pauli T. Petersen.