Fiskivinna
Í gjár landaðu partrolararnir Eysturbúgvin og Vesturbúgvin. Teir høvdu umleið 180.000 pund av upsa tilsamans. Eysturbúgvin landaði á Sandi og Vesturbúgvin í Vestmanna. Sum skilst, hava skipini roynt eystanfyri og sunnanfyri hendan túrin.
Eingin rokveiða
Veiðan hjá partrolarunum er ikki hin sama, sum hon hevur verið, tá hon var best í fjør vár. Men framvegis gera skipini hampiliga góðar túrar.
Fyri nøkrum árum síðan var upsin rættiliga smáur, men nú er fiskurin, sum skipini fáa, væl vaksin aftur.
Hinvegin órógvar tað menn eitt sindur, at rættiliga lítið tykist vera av smáum upsa, eitt nú upsa 5 og 6.
Hvat hetta kemur at merkja fyri veiðina frameftir, er ilt at spáa um í løtuni.
Skip á Sørvági
Í dag landar landingarmiðstøðin í Sørvági trolbátin Skálafoss, sum er heimahoyrandi í Vestmanna. Skálafossur, sum er systirskip til trolbátin Hansu Mariu, ið er heimahoyrandi á Toftum, hevur eini 26.000 pund tilsamans, harav eini 12.000 pund er havtaska, og meginparturin av restini er upsi.
Sambært heimasíðuni hjá Jóannisi Nielsen landaði Fiskivarði eisini umleið 30.000 í Sørvági miðskeiðis í hesi vikuni.