Á fundunum í gjárkvøldið vóru greiðar ábendingar at síggja fyri hvat tað er, ið suðringar ynskja viðvíkjandi samanlegging. Í Hvalba var einmælt samtykt við 36 atkvøðum fyri (100%), og í Vági vóru 37 atkvøður fyri (92,5%) og 3 ímóti.
Á Tvøroyri var støðan ein heilt onnur. Har skuldi tað vísa seg at vera heldur truplari at finna semju um hetta uppskot.
Stór undirtøka
Heili 128 limir høvdu leitað sær út í TB-húsið hetta óveðurskvøld í oktober, og við einum rungandi sannførandi úrsliti søgdu limir felagsins nei til samstarv. Heili 66,4% ynskja ikki samstarv, meðan hini 33,6% ynskja tað. Samanumtikið var luttøkan á fundinum á Tvøroyri væl hægri enn á hinum plássunum, hetta helst tí at fólk ikki vóru á einum máli um, hvat gerast skuldi. Hvussu er og ikki, so fall samstarvsuppskotið á Tvøroyri.
Uppskotsgrundarlagið
Støðan við fótbóltinum í Suðuroy hevur ikki verið av teimum bestu í skjótt nógv ár. TB hevur verið eitt lið, ið hevur ferðast nógv millum deildirnar. Meðan VB/Sumba hevur megnað at hildið sær uppi við bit og slit nakrar ferðir. Í Hvalba hava teir havt trupult at manna lið í næstbestu deildini, og førdi hetta eisini til, at liðið eitt skifti mátti niður í triðbestudeildina.
Støðan hesum viðvíkjandi hevur byrt undir hugsanunum um møguliga at leggja bestu liðini hjá feløgunum í oynni saman í eitt oyggjalið. Samstundis hava tey avbera góðu úrslitini í ungdómsdeildini seinastu árini eisini verið ein stórur partur av tí.
Tvørámenn vilja ikki samstarv
Á eykaaðalfundi í TB-húsinum í gjárkvøldið, har málið um samanlegging var á skránni, vóru nógv fólk møtt upp, og fólk tóktust spent um væntandi atkvøðugreiðsluna.
Eittans mál var á Skránni á Tvøroyri hetta kvøldið, og tað var spurningurin um limir felagsins vildu hava samstarv við hini liðini í oynni.
Úrslitið má sigast at tala fyri seg, tí tá helmingurin av atkvøðunum vóru taldar vóru tað greiðar ábendingar fyri, hvat úrslit fór at spyrjast burturúr. Hetta tóktist ikki at broytast, tí tá liðugt var samtalt, sást at av teimum 128 limunum, ið møttir vóru, høvdu 84 atkvøtt nei og bert 43 ja.
Hetta merkir, at Tvøráfólk við dundrandi meiriluta siga nei til samanlegging.
Lógin
Lóg felagsins sigur annars, at um eitt mál skal koma ígjøgnum, skal fundurin vera viðtøkuførur, t.e. at tað skulu í minsta lagi 18 limir vera møttir, og meirilutin skal vera um 66% av taldu atkvøðunum.
- Úrslitið talar fyri seg og tað má man góðtaka, og fari eg í næstum at kalla nevndina til fundar. So má man arbeiða víðari herfrá, sigur Formaðurin í TB, Jóan Petur Olgarsson.
Bygnaðarbroytingar í væntu
Ein nevndarlimur í TB, sum helst ikki vil vera nevndur, úttalar seg um broytingar í bygnaðinum í TB, ið eru í væntu. Hann leggur afturat at úrslitini í gjárkvøld ikki gjørdu hann so bilsnan.
- Hetta kundi man vænta, sigur hann.
Tó vil hann viðurkenna, at hann gjørdist eitt sindur bilsin av at síggja so greiðan meiriluta ímóti samstarvsuppskotinum á Tvøroyri.
Hann sigur víðari, at nú skulu ermar brettast upp og farast má til verka alt fyri eitt fyri at finna rætta leistin at arbeiða eftir
Áðrenn atkvøðugreiðsluna á Tvøroyri í gjár var greitt, at líkamikið hvat úrslit fór at spyrjast burturúr, fóru broytingar at vera framdar í bygnaðinum í felagnum.
- Felagið hevur tørv á at seta seg niður og umstrukturera seg, sigur sami nevndarlimur.
Ikki er heilt óhugsandi at ein líknandi leistur, og Jógvan Páll Lassen hevði á lofti á fundi í Øravík herfyri, verður nýttur.
Um so verður, at júst umtalaði leistur verður nýttur, umfatar tað, at felagið velur eina stjórn yvir sær. Hendan kemur at verða samansett av einum formanni, einum fíggjarstjóra og einum ítróttarstjóra. Hetta er eisini mest nýtti leisturin í fótbóltsfeløgum kring allan heimin.
Stórt vónbrot
Royn, VB og Sumba fara nú at kanna møguleikarnar fyri at skipa ætlaða samstarvið, hóast TB ikki er við.
Eykaaðalfundur í Royn gav í gjárkvøldið einmælt nevndini heimild at samráðast við VB og Sumba um at skipa samtakið.
Í Royn verður helst lagt upp til, at hetta skal fevna um allan fótbólt, eisini allar tær yngru deildirnar.
Bæði í Vági og í Hvalba var greiður meiriluti fyri samstarvi millum feløgini í oynni, tað vóru ávíkavist 90% og 100% á støðunum báðum.
Í Vági og úr Hvalba hoyrist, at tey eru sera vónbrotin av, at Tvøráfólk skuldu vraka uppskotið um samstarv, og úttala nevndarlimur úr Royn og Formaðurin í VB seg eisini um málið.
Bjarni Johansen Formaður í VB sigur, at hann metir tað vera rættiliga keðiligt, at samstarvsuppskotið skuldi fella á Tvøroyri. Hann sigur víðari at VB/Sumba má bara góðtaka úrslitið og koma víðari við samstarvi við Royn.
Hann vil tó ikki útiloka einum samstarvi í framtíðini.
– Tað má tíðin vísa. Vit eru fúsir, um so er, sigur ein vónbrotin VB Formaður, og hann leggur afturat at dyrnar eru ikki læstar, tær standa á gloppi.
Karin Eið Jensen, stjórnarlimur í Royn sigur seg eisini vera rættiliga vónbrotna av, at TB skuldi siga nei. Hon heldur, at tað hevði verið betur um TB hevði verið við eisini.
- Hetta er øgiliga keðiligt, tí uppskotið var ikki um at niðurleggja TB, VB, Royn og Sumba.
Talan var um at samstarva í bestu deildini, sigur ein avgjørd Karin, sum leggur afturat, at samstarvssamráðingar halda áframm millum hini feløgini í oynni, uttanum TB.