Tað er spenningur í flestu FM kappróðrunum. Klaksvíkingur koppaði Suðuroyingi, sum vann í Klaksvík, Miðvingur vann á Argjabátinum, sum var bestur á Norðoyastevnu, menninir á Jarnbardi vóru nýggir vinnarar, tí Sølmundur vann fyrstu kappingina millum 6-mannaførini við monnum í ár, og hesa ferð vóru tað dreingirnir á Drekanum, sum vóru bestir, meðan tað í Klaksvík vóru dreingirnir á Royndini Fríðu, sum vóru bestir.
Harvið er tað lagt upp til tætta kapping um meistaraheitið í fleiri bátastøddum. Í øðrum kappingum er tað millum lítið og einki, sum bendir á, at nakar verður førur fyri at bjóða suverenu vinnarunum bæði í Klaksvik og í Sundalagnum av. Her verður hugsað um kvinnurnar umborð á Jarnbardi hjá Róðrarfelagnum Knørri og um genturnar umborð á Erlu Kongsdóttir hjá fuglfirðingum.
Havfrúgvin úr Vestmanna vann í Klaksvík, og kvinnurnar úr Vestmanna vunnu aftur í Hvalvík kappingina millum 5-mannafør við kvinnum. Men í hesi kappingini leyp einki av. Falkur úr Hósvík var ikki við í kappingini á Norðoyastevnu. Hesa ferð fekk Falkur besta startin. Fyrstu løtuna kendist tað sum um, at Falkurin var tað, tey í rennikappingum kalla hara, men soleiðis vísti tað seg ikki at vera.
Falkur var fremstur mest sum allan teinin. Starturin hjá Havfrúnni var ikki so góður, og tað tók sína tíð, áðrenn kvinnurnar úr Vestmanna við seigum tøkum so við og við otaðu seg fram ímóti oddinum. Kortini var tað ikki fyrrenn bátarnir fóru um málið og í síðsta takinum, at tað eydnaðist Havfrúnni at stinga stavnin framum Falkin.
Góður dagur hjá Knørrafelagnum
At kvinnurnar umborð á Jarnbardi ikki fáa kapping frá øðrum, men heldur kappast við seg sjálvar, er einki nýtt. Munurin frá Jarnbardi og aftur til Rádna var hesa ferð tíggju sekund, meðan hann fyri tveimum vikum síðani var tvífalt so stórur. Kortini er als einki, sum bendir á, at talan fer at verða um nakra kapping.
Heldur kann tað fara at vísa seg, at Herningur hjá Knørrafelagnum fer at verða næsti avbjóðarin hjá Jarnbardi. Hesa ferð var Herningur bara eitt sekund aftanfyri Rádna. Herningur luttók ikki í Klaksvík.
Meðan kvinnurnar á Jarnbardi hava vunnið ofta og nógv, so var tað merkisvert, at tað í Hvalvík eydnaðist monnunum á Jarnbardi at vinna. Hetta var fyrsta ferðin síðani á Jóansøku í 2005, at tað eydnaðist Jarnbardi við monnum at vinna. Tað eru altso átta ár síðani, at menninir umborð á bláa 6-mannafarinum hjá Knørrafelagnum seinast vunnu.
Tað vendi heilt upp og niður millum tríggjar teir fremstu í hesi kappingini. Í fyrsta FM róðrinum var Sølmundur fremstur, Gongurólvur næstfremstur og Jarnbardur endaði á triðja plássi. Fjarstøðan frá fremsta bátinum og til bronsuplássið var minni enn eitt sekund.
Hesa ferð var Jarnbardur fremstur, Sølmundur var næstfremstur, og Gongurólvur endaði á triðja plássi.
Dreka dreingirnir bestir
Nú er tað so nógv longri millum sigrarnar hjá Havnar Róðrarfelag, enn tað plagdi at vera. Hesa ferð vóru tað dreingirnir umborð á Drekanum, sum vardu stoltleikan hjá elsta róðrarfelagnum í høvuðsstaðnum.
Í Klaksvík vann Royndin Fríða. Heldur ikki hesa ferð var starturin góður hjá suðuroyingunum, men hesa ferð megnaðu teir ikki at vinna seg heilt fram í oddin. Í fyrsta róðrinum var Drekin bara stavnin aftanfyri Royndina Fríðu. Hesa ferð vóru tað dreingirnir umborð á Fípuni Føgru hjá klaksvíkingum, sum góvu Drekanum størstu kappingina, men Drekin var eitt stórt sekund fyrri á mál enn klaksvíkingarnir, sum vóru meiri enn hálva bátslongd undan Royndini Fríðu.
Søguligur sigur
Fyri fyrstu ferð nakrantíð kappaðust 8-mannaførini á 2000 metrum. Talan var um sera tætta kapping. Á øllum teininum lógu Miðvingur og Argjabáturin, sum á Norðoyastevnu vann og var stívliga tvey sekund undan Miðvingi, borð um borð og tókust.
Hesa ferð reið tað leingi um snarið. Argjabáturin sá fyrstu løtuna út til at hava hug at leggja seg á odda, men so svaraði Miðvingur aftur, og á málinum var hann knappliga tvey sekund frammanfyri Argjabátin. Miðvingur vann allar róðrarnar í fjør, og Argjabáturin vann allar róðrarnar í 2011.
Tolið næstan uppi
Klokkan var farin av seks, tá ið 10-mannaførini við Klaksvíkingi á odda og við Suðuroyingi og Havnarbátinum í hølinum fóru skúmandi um málið.
Formaðurin í Róðrarsambandi Føroya, Jan Herman Hansen, heldur, at tað ikki er nóg gott, at róðrartíðin var so long.
– Hesa ferð vóru tað serliga tvær manningar í kappingini millum 5-mannaførini, sum vóru orsøk til, at tað tók so langa tíð. Startdómarin var rættuliga tolin, og onkur heldur ivaleyst, at hann var mest sum ov tolin, tí tað gongur nógv út yvir tey, sum skulu kappast aftaná, at tíðin gerst so long. Okkara ráð eru, at manningarnar fara til hús og læra seg at leggja at startinum og so bjóða seg fram aftur, sigur Jan Herman Hansen.