Eingin slingur í Stjørnu-valsinum

Meistararnir komu sær ongan tíð í trupulleikar, tá tær runnu StÍF um koll sunnudagin

Hondbóltur

 

At Stjørnan aftur í ár er greiður favorittur at vinna FM-heitið í kvinnuhondbólti, eru tey flestu so hampuliga samd um.

At liðið í alt summar hevur fyrireikað seg til Europa-Cup dystir hevur eisini borið við sær, at venjingarstøðan longu nú er heilt har á leið, sum hon eigur at vera, og tað fekk StÍF at kenna rættiliga skjótt sunnudagin.

Fram til miðjan fyrra hálvleik fylgdust liðini so toluliga væl, men tá Stjørnan skifti gear eina løtu, skrædnaði av álvara millum liðini.

Og fyrsta korterið eftir steðgin vórðu tummilskrúvurnar veruliga spentar. Hóast StÍF royndi at draga ferðina nakað niður, so eydnaðist hetta ikki meira enn næstbest, og so kundu lokalu stjørnurnar vinna ein hampuliga tryggan stórsigur í ársins fyrstu heimligu styrkisroynd.

 

Fakta um dystin

Stjørnan-StÍF 28-18 (13-9)

10 min: 5-3

20 min: 8-5

40 min: 18-11

50 min: 23-15

Málskjúttar

Stjørnan: Simona Petersen 7(1), Durita Christophersen 6(1), Maria við Neyst 3, Anna Kristina Samson 3, Diane Møller 3, Durita Ljósstein 2, Bára S. Klakstein 2, Durita Mikkelsen 1, Joan Midjord Djordjevic 1

StÍF: Rebekka Justinussen 8, Ninna K. Johansen 3(2), Signhild Petersen 2, Louisa Andreasen 2, Sunfríð Johansen 1, Ásgerð Káradóttir 1, Anna Maria Berthelsen 1

Brotskøst: Stjørnan 3, StÍF 3

Útvísingar: Stjørnan 3

Dómarar: Sámal Paulason & Kári Hansen