Tað var spennandi í eina løtu, men fram ímóti málinum var als eingin ivi. Tað var ikki leyst millum bátarnar, men Argjabáturin hevði fult og heilt tak á tí í endaspurtinum.
Árnfirðingur var fremstur fyrstu løtuna, og tá spøkti kanska avrikið á fjarðastevnu í Vestmanna, men soleiðis tørnaði tað ikki út.
Argjabáturin vann seg stútt og støðugt inn á Árnfirðing, tók hann, og so hugdu argjamenn ikki aftur um seg aftur.
Ólavsøkusigurin og FM heitið eru søtur sigur hjá Argja Róðrarfelag.
Tvíkappingina um bronsuplássið vann Nevið Reyða á Ørvi.
1 Argjabáturin 4.19.49
2 Árnfirðingur 4.21.02
3 Nevið Reyða 4.32.26
4 Ørvur
FM
1 Argjabáturin 48
2 Árnfirðingur 43
3 Nevið Reyða 25
4 Ørvur 14