Eingin steðgar HB

Tvey mál í ein minutt vissaðu HB stigini í Vági, og nú skal tað ganga verri enn illa, um teir ikki aftur í ár skulu fáa gullkrónurnar um hálsin

fótbóltur

Eftir tvey umfør vóru onkur, sum høvdu hug at smíla at HB. Útidystir móti Skála og EB/Streymi høvdu tilsamans bert givið eitt stig, og tí roknaðu mong við, at tað skuldi gerast sera tungt hjá HB at verja gullkrónurnar frá í fjør.
10 dystir seinni er støðan nakað øðrvísi. 28 stig eru fingin til høldar í hesum uppgerðum, og í dag tykist tað mest sum ófatuligt, at tað var í júst dystinum móti KÍ, at stigini vórðu mist.
Hóast tað enn resta seks umfør av landskappingini, so skal nógv til, áðrenn HB verður steðgað. Sunnudagin fingu teir annað árið á rað fult í Vági, har tað sjáldan er lætt at fáa stig, og dysturin hesaferð bendi eisini á, at HB framvegis hevur júst tær týdningarmestu dygdirnar hjá einum oddaliði. Nevnliga at koppa tøttu uppgerðunum til egnan fyrimun.
Í Vági var nevnliga fyri tað mesta talan um ein sera javnan dyst. Fyrra hálvleik royndu liðini fyrst og fremst at halda tætt í verjupartinum, og tað gav eisini tað úrslitið, at tað allar mesta av spælinum gekk fyri seg á miðjum vølli.
Seinna umfarið gjørdist kanska eitt lítið sindur meira opið, men fram til fyrra HB-málið hevði talan at kalla ikki verið um nakrar stórvegis møguleikar.

Avgjørt í tveir minuttir
Men tá møguleikin so var har, so gjørdi HB skjótt av. Á tímanum slapp Heðin á Lakjuni ígjøgnum í vinstru síðu, og tá hann sendi innfyri, kundi ein púra blankur Jákup á Borg leggja oddaliðið á odda.
Ivaleyst ein skelkur hjá VB, og var hetta ikki nóg mikið, so hjálptu teir væl til sjálvur at økja um skelkin. Bólturin varð givin upp, og tá teir uttan serligt umhugsni spældu aftur eftir vøllinum, slapp Heðin á Lakjuni sær ímillum. Hann royndi seg við skoti, og tá Bjarni Johansen ikki fekk hildið hesum, kundi Heine Fernandez staðfesta, at øll trý stigini skuldu norður til Havnar.
Einki er at siga til, at vágbingar eftir hetta gjørdist heilt mótleysir. Í øllum førum hevði HB nú fult tamarhald á dystinum, og stigini vóru ongantíð veruliga í vanda.

Gullið fer ongan veg
Og hvussu víkir og vendur, so skal nú heilt nógv til, áðrenn gullmerkini hjá HB skulu koma í vanda. Enn eru framvegis seks dystir eftir at spæla, men soleiðis sum HB hevur spælt seinastu nógvu umførini, so eru teir at rokna í einum flokki fyri seg.
Eftirverandi dystarskráin sær heldur ikki so ræðandi út. Gaman í plagdu dystir á Toftum og í Klaksvík ikki at vera av tí lættara slagnum, men soleiðis sum hesi bæði feløgini hava leikt í ár, so er illa hugsandi, at tey skulu seta kílar í fyri havnarmenninar.
Hjá VB sær hinvegin einki serligt út júst nú. Undan hesum umfarinum høvdu teir annars vunnið seg fram í góða støðu, men stóri vandin nú tykist vera, at teir kunnu enda í einum slagi av ongamannalandi. Nakað sum sjálvandi kann ávirka hugin hjá leikarunum at geva sítt allar ítarsta. Hinvegin kann ikki útilokast, at teir hóast alt aftur fara at leggja seg í oddastríðið, men skal tað henda, so skulu stig koma kontina heilt skjótt.