Eingin stillaði upp móti Jørgen

Tá formaður Fólkafloksins á tingi, Jákup Mikkelsen, bjóðaði vælkomin, upplýsti hann, at leiðslan hjá flokkinum hevði havt fund, og har kom fram, at eingin stillaði upp til formansvalið móti Jørgen Niclasen

Eitt, sum sæð var fram ímóti við spenningi – serliga uttan fyri flokkin – var, um nakar fór at stilla upp móti Jørgen Niclasen til formansvalið.
Á fundinum seinast varð gjørt av at stilla Anniku Olsen upp móti sitandi formanni, serliga við teirri grundgeving, at Annika hevði hølvað Jørgen Niclasen av í tveimum fylgjandi valum innan fyri góðan mánað.
Jørgen Niclasen hevur ført fram, valini til Fólkatingið og til Løgtingið ikki var eitt val um formansskapin í Fólkaflokkinum, men tað eru ikki øll, ið eru samd í hesum.
Men hvussu er og ikki, so fór landsfundurin leygardagin á Tekniska skúla í Klaksvík fram í sátt og semju og í einum góðum anda.
Tveir fyrilestrar vóru á landsfundinum. Hans Kári Vang, búskaparfrøðingur, heldur fyrilestur við heitinum »Búskaparliga ávirkanin av flatskattinum«, og Heri Petersen, samfelagsfrøðingur, heldur fyrilestur við heitinum »Rúmligur arbeiðsmarknaður«.