Comeback konsertin hjá rockbólkinum Chase spældi ikki so væl av, sum teir í bólkinum høvdu vónað. Eftir at Eyðun og Terji høvdu undirhildið fólki við øllum sínum gomlu hittum, hevði Chase trupult við at fáa fatur á áhoyrarunum á ársins nýggjárskonsert.
- Tað var ikki so stuttligt, sum vit høvdu roknað við. Eg stóð á pallininum við einari løgnari kenslu av, at ongin lurtaði. Tað kendist næstan sum at spæla fyri seyði, sigur Edmund Jacobsen, sangari í Chase
- So skjótt sum vit spældu okkurt, ið fólk kendu, gekk tað betur, sigur hann og sipar til hittið Fyrstu Ferð, sum var á fyrru fløguni hjá bólkinum.
- Eg havi hugsað eitt sindur um, hví tað var so strævið. Kanska var tað tí, at lurtararnir vóru so ungir, og tí ein stórur partur av teimum ikki kendi sangirnar á nýggju fløguni. Høvdu vit spælt fleiri kend coverløg, so hevði støðan verið ein heilt onnur. Kanska er tað einki gott hugskot einans at spæla løg av einari fløgu, ið ikki hevur verið á marknaðinum í meira enn tríggjar vikur.
Fara at royna aftur
Tónleikararnir í Chase hava tó ikki mist mótið av nýggjárskonsertini.
- Vit hava spælt so ólukksáliga nógv og hava upplivað okkurt nógv verri fyrr. Í mínum heilt ungu døgum upplivdi eg at spæla fyri einum fullum manni í Glyvra Bio. Tað var niðurtúrur, sigur Edmund Jacobsen.
- Men okay. Nú vita vit í hvussu so er, at vit ikki skula spæla eina hallarkonsert ella dans uttan at hava minst 10 kend løg á skránni. Annars verður tað alt ov deyðligt.