dómari
Ein lítil søga í dystinum millum B68 og VB var tað, tá Petur Hansen setti dystin ígongd. Á B68 liðnum spælir nevnliga Hans Fróði Hansen, sum er beiggi Petur, og í nýggjari tíð er hetta helst fyrstu ferð, at slík viðurskifti gera seg galdandi í bestu mansdeildini.
Áður hevur eitt nú Jóan Carl Dam givið avboð, tá hann skuldi døma ein dyst, har sonur hansara var annar parturin, men tá vit eftir dystin fingu orðið á Petur, helt hann ikki, at hetta hevði verið nakar trupulleiki.
- Eg haldi, at forholdini í Føroyum eru somikið smá, at ein slík støða altíð vil íkoma. So er tað líkamikið, hvørt talan er um beiggja, systkinabarn ella líknandi. Eg má tó siga, at føroyska 1. deild í dag er somikið seriøs, at eg ikki dugi at síggja hetta sum nakran trupulleika.
Spurdur, um hann lat seg ávirka av støðuni, sum hann var í undan dystinum, sigur Petur, at tað heldur hann ikki.
- Eg hugsaði ikki á nakran hátt um tað, tá dysturin varð settur ígongd. Sjálvandi var støðan eitt sindur serlig, men tað ávirkaði meg ikki. Sjálvur haldi eg eisini, at tað gekk hampuliga væl at døma, so eg eri bara nøgdur um tað.
Tað er helst eisini ein sannroynd, at dómaraavrikið sunnudagin var av teimum heilt frægu. Petur hevði alla tíðina tamarhald á dystinum, og tær sektir, sum vórðu latnar til ymsu leikararnar, tóktust eisini at vera í lagi.
Hans Fróði? Ja, hann fekk eisini kærleikan at kenna frá beiggjanum, tá hann tíðliga í seinna hálvleiki hevði álbogan heldur langt uppi. Úrslitið var í øllum førum eitt gult kort.