Eingin trupulleiki hjá Neistanum

Neistakvinnurnar vunnu sunnudagin ein lættan sigur á StÍF. Fleiri nýggj andlit vóru at síggja á liðnum hjá Neistanum.

Millum tær nýggju á liðnum hjá Neistanum vóru eisini nøkur gomul og kend andlit, sum hava funnið sær skógvarnar fram aftur. Eitt nú vóru tær báðar Kára á Dunga og Inga Dahl aftur á liðnum, og so var eisini ungi landsliðsleikarin Mia Káradóttir millum neistaleikararnar.

Hingu í eina løtu
Strandakvinnurnar fylgdu við heimaliðnum fyrstu løtuna av dystinum, men tá ið fyrri hálvleikur fór at líða, fór Neistin spakuliga frá gestunum av Strondum. StÍF hevði ógvuliga ilt við at fáa nakað mál seinastu løtuna av fyrra hálvleiki, og tá ið so Simona Petersen (fyrr Dzygite blðm.) skoraði tríggjar ferðir síðstu fimm minuttirnar, hevði Neistin fingið eina góða leiðslu upp á fimm mál í hálvleikssteðginum.
Leiðslan hjá heimaliðnum øktist bara, so hvørt sum seinni hálvleikur leið, og tað var ongantíð nakar ivi um, hvønn veg tað bar.
Gestirnir av Strondum høvdu snøgt sagt ikki eins nógvar streingir at spæla uppá, sum heimaliðið hevði, og Neistin hevði eisini væl fleiri fólk á beinkinum, soleiðis at leikarar altíð kundu koma út og fáa hvíld, um tørvur var á tí.
Komandi vikuskifti skal Neistin taka dystin upp við grannarnar úr Kyndli, sum fingu oyruni í VB-maskinuna í Vági sunnudagin, meðan StÍF á heimavølli fær vitjan av uppflytarunum úr Tjaldur, og tá skuldi verið ein góður møguleiki hjá strandakvinnum at vunnið sær stig.

Neistin-StÍF 31-22(13-8)
Neistin: Ása Dam á Neystabø 8(1), Simona Petersen 6(2), Marjun Tróndarson 4, Lív Sørensen 4, Lív Reynheim 3, Mia Káradóttir 3, Annika Thomsen 2, Unn Kragesteen 1
StÍF: Anna Danielsen 5, Poula Olsen 4, Súnfríð Jacobsen 4(2), Rebekka Justinussen 3, Paula Høgnesen 3(2), Malan Petersen 2, Johanna í Króki 1
Brotskøst: Neistin 5(3), StÍF 6(4)
Útvísingar: Neistin 3, StÍF 2
Dómarar: Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen