Løgtingið hevur felt eitt uppskot um at byggja býggja trygdarmiðstøð í Klaksvík Nýggj trygdarmiðstøð verður ikki bygd í Klaksvik á hesum sinni. Nakrir tingmenn skutu upp at byggja nýggja trygdarmiðstøð í Klaksvík fyri 40 milliónir krónur, men Løgtingið feldi uppskotið.
Undir viðgerðini í Løgtinginum varð ført fram, at tað hevði verið rætt at umhugsa at flutt Fiskiveiðueftirlitið til Klaksvíkar og at bygt trygdarmiðstøðina, so hon eisini kann hýsa Fiskiveiðueftirlitinum.
Undanfarna landsstýri legði uppskot fyri Løgtingið um at byggja trygdarmiðstøð, men uppskotið fall burtur, tá val varð útskrivað.
Kelda: Kringvarpið