Eingin umsókn í landsstýrinum um ein Atlantic Navigator aftrat

Í eina tíð hevur ljóðað, at JFK-Trol ella felagið, sum rekur Atlantic Navigator í Klaksvík, hevur í hyggju at útvega sær ein verksmiðjutrolara aftrat, men landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø, sigur, at eingin beinleiðis umsókn liggur í landsstýrinum um loyvi til eitt slíkt skip

Fiskivinna

Tað hevur gingið væl hjá Atlantic Navigator, síðan skipið fór í vinnu undir føroyskum flaggi stutt fyri jól í fjør.
Skipið hevur nógv betri framleiðslumøguleikar, enn Næraberg hevði. Framleiðsluorkan er munandi størri og fløskuhálsarnir, sum tey høvdu at dragast við umborð á Nærabergi, eru burtur.
Søgur hava gingið um, at felagið, sum rekur Atlantic Navigator, arbeiðir við at keypa nøkur føroysk ídnaðarskip, sum eitt nú hava svartkjaftakvotu og soleiðis ætlar at útvega sær kvotur til eitt verksmiðjuskip aftrat.

Einki ítøkiligt
Hvørki Bjarti Mohr, sum eigur ídnaðarskipið, Sheanne, ei heldur Hanus Hansen, stjóri í JFK-Troli, hava sagt nakað ítøkiligt um, hvat er í umbúna millum feløgini.
Men har er kortini okkurt, sum almenningurin enn ikki hevur fingið greiði á.
Tá ið Jeanne kom á Fuglafjørð herfyri, vóru menn hjá JFK-Troli umborð á skipinum, og fáar dagar seinni lá skipið í Klaksvík.
Bjarti Mohr segði, at partarnir tosa um samstarv, og sama segði Hanus Hansen við Sosialin um sama mundið.
Hvørgin teirra hevur sagt nakað ítøkiligt um, hvat samstarv talan er  ella verður  um.
So seint sum í fyrradagin váttaði Bjarti Mohr, at einki nýtt er hent í málinum.
Nú alt bendir á, at JFK, sum eisini eigur Kósavirkið í Klaksvík, selir virkið úr samtakinum, eru røddir frammi um, at felagið kanska vil útvega sær pening til nýggjar íløgur, og her hevur eitt verksmiðjuskip við sama endamáli sum Atlantic Navigator verið nevnt sum ein møguleiki.
Á heimasíðuni hjá Norðlýsinum herfyri stóð eisini at lesa, at samtakið í Klaksvík hevði søkt landsstýrið um loyvir í hesum sambandi.

Eingin umsókn
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø, segði við Sosialin í morgun, at honum kunnugt er eingin umsókn í landsstýrinum um eitt slíkt loyvi, sum talan her er um.
Hann sigur seg einki kenna til møguligar ætlanir hjá JFK um eitt verksmiðjuskip aftrat.
- Hinvegin er tað eingin loyna, at stórur áhugi er fyri virðisøking av svartkjaftatilfeinginum, og tað eru fleiri, sum hava spurt seg fyri í landsstýrinum, hvørji rættindi ídnaðarskipini hava.
Bjørn vísir á, at tað hevur verið trupult hjá ídnaðarskipunum at fingið lønandi vinnu við teimum rættindum og møguleikunum, sum skipini hava.
- Roynt hevur verið at bøtt um grundarlagið hjá hesum parti av flotanum, men tað er eingin loyna, at hesi skipini hava ligið heldur tungt í sjónum.

Ikki viðgjørt
Spurdur, um landsstýrið hevði verið sinnað at givið loyvi til innflutning av einum verksmiðjuskipi upp á loyvini hjá eitt nú Jeanne, Bettinu og June D, sum frammi hevur verið, sigur Bjørn Kalsø:
- Tað kann eg einki siga um í løtuni, tí tann spurningurin er ikki viðgjørdur í landsstýrinum.
Landsstýrismaðurin vísir á, at neyðugt er í fyrsta lagi at fylgja prinsippinum um veiðiorku.
- Í løtuni kann eg hvørki siga, um eg taki undir við hesum  ella tað øvuta.
Bjørn Kalsø endurtekur, at landsstýrið onga ítøkiliga umsókn hevur fingið í so máta, og tí er hesin spurningur ikki viðgjørdur.
- Loysir tað seg betri at virka ráfiskin, sum hesi skipini fiska, til matna, vil eg ikki útiloka møguleikanum, sigur hann.

Til matna
Landsstýrismaðurin vísir á, at í loyvunum hjá ídnaðarskipunum stendur, at svartkjaftur, sum verður veiddur í føroyskum sjógvi, skal landast til matna.
- Men tað hevur verið ógvuliga trupult hjá fleiri av hesum skipum at uppfylt hesar treytir, eitt nú tí, at tey ikki hava køling í lastini, og tí hava vit umhugsað í so máta at lata hesi skip veiða svartkjaft undir somu treytum, sum onnur føroysk svartkjaftaskip hava.
Bjørn Kalsø sigur, at hann hinvegin er púrasta avkláraður við spurningin um ikki at geva ídnaðarskipunum loyvi at veiða hvítingsbróður og nebbasild aftur í føroyskum sjógvi við smámeskaðum troli.
- Hesin fiskiskapur helt upp at, tí myndugleikarnir mettu, at parturin av hjáveiði var ov stórur, og tað kemur ikki upp á tal aftur at loyva hesum fiskiskapi, sigur landsstýrismaðurin.