Tað tjóðskaparliga valráðið í Venesuela váttaði í nátt, at Nicolas Manduro vann forsetavalið sunnudagin. Samstundis havnaði ráðið einari éhitan frá USA og Felagsskapinum av Amerikonskum Statum, OAS, um at telja atkvøðurnar umaftur.
Sambært valnevndini fekk Manduro 50,75 prosent av atkvøðunum, og tað borgarliga mótvalevnið, Henrique Capriles, fekk 48,97 prosent. Capriles kravdi longu gjáranáttina, at atkvøðurnar skuldu teljast umaftur, og hann segði, at onkur hevði roynt at broyta fólksins vilja.
Hvítu Húsini í Washingon høvdu sama krav.
-Ein umteljing tykist vera eitt rætt, skilagott og neyðugt stig fyri at tryggja, at allir venesuelar kunnu hava álit á úrslitunum, sigur talsmaðurin Jay Carney, talsmaður hjá Hvítu Húsunum.