Eingin vandi á danska húsamarknaðinum

Húsa- og íbúðarprísurin í Danmark er fallin nógv í seinstuni, men forstjórin í Danske Bank heldur ikki, at nakar vandi á ferð -Sjálvandi er tað óheppið fyri tey, sum eiga hús ella íbúð, at virðið fellur, men soleiðis sum støðan á danska arbeiðsmarknaðinum er, hava húsa- og íbúðareigararnir ikki so nógv at stúra fyri.

Tað sigur forstjórin í Danske Bank, Peter Straarup, við Ritzau. Hann er heldur ikki ørkymlaður av, at tvingsilssølurnar eru øktar munandi í Danmark í seinastuni.

Peter Straarup vísir á, at tað eru meiri enn ein millión bústaðir í Danmark, og tí er eingin orsøk til at stúra, tí talið á tvingsilssølum er komið upp á einar 200 um mánaðin.