Eingin vápnahvíld fyrr enn stjórnin hevur atkvøtt

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, fer at kalla ísraelska trygdarráðið saman seinnapartin í dag

 

Vápnahvíldin í Gazageiranum verður ikki sett í verk, fyrr enn ísraelska stjórnin hevur atkvøtt fyri friðarætlanini.

 

Tað leggur Ísrael dent á. 

 

Ymiskar mótstríðandi útsagnir hava verið um, nær vápnahvíldin millum Ísrael og Hamas kemur í gildi.

 

Egyptiska sjónvarpsrásin, Al Qahera, visti fyrrapartin í dag at siga, at vápnahvíldin longu varð sett í verk, men tað er ikki rætt.

 

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, fer at kalla ísraelska trygdarráðið saman klokkan 17 seinnapartin í dag.

 

Sum skilst, verður tað eftir hetta, at ísraelska stjórnin fer at atkvøða um friðaruppskotið.

 

Tað var annars í nátt, at amerikanski forsetin, Donald Trump, váttaði, at Hamas og Ísrael vóru vorðin samd um fyrsta stig í teirri friðarætlan, sum hann hevur skotið upp.