- Eingin verður tveittur á dyr

Á bygdarráðsfundi týskvøldið varð einmælt samtykt at játta eini umsókn frá RN Maskinverkstaður um leiguøki og byggiloyvi til ein virkisbygning á havnarøkinum.

Bygningurin og økið, sum hetta stendur á, er sami bygningur sum Vestmanna Sløkkilið hevur sum heimstað sín. Og hetta er sløkkiliðið sum vera man ikki serliga fegið um.
Borgarstjórin, Karl A. Olsen sigur við Sosialin, at bygdarráðið hevur aðrar og størri ætlanir á havnaøkinum.
Hesar ætlanir lógu eisini sum grund fyri ætlaðu brandstøðini longu í 2003: Tá varð loyvi givið til eina slíka, treytað av at hon kundi flytast seinni, um tað gjørdist neyðugt.
- Eg skilji væl støðuna hjá teimum og at teir eru argir. Her er ikki talan um nakran illvilja ella mótstøðu frá okkara síðu.
- Vit ynskja bert at hugsa longri fram. Vit koyra so ongan út, staðfestir borgarstjórin. Ístaðin er ætlanin at byggja nýggja brandstøð á øðrum staði.
Sum skilst er orsøkin til hetta, at um ein helt fast við plaseringina av brandstøðini á verandi øki, kundi meiri enn so hent at bygdin misti fleiri arbeiðspláss. Nú verður ístaðin møguleiki fyri at fleiri fyritøkur koma hagar og at enn fleiri arbeiðspláss kunnu skapast.
Hetta, og meiri aftrat, verður uttan iva tikið fram aftur í kvøld, tá umboð fyri kommununa m.a. havnanevndin og borgarstjórin sjálvur hitta brandmeistaran og sløkkiliðið til ein kunnandi fund um støðuna.