Eingin vildi spæla við heimleysa Ronaldo

Tað veldst um, hvør tú ert. Í øllum førum, um fólk skulu geva tær ans.

 

Tað veldst um, hvør tú ert. Í øllum førum, um fólk skulu geva tær ans.

 

Hetta kundi kendi Real Madridleikarin, Christiano Ronaldo – sum kemur at vitja okkum á Tórsvølli næsta ár – sanna á gøtuni í Madrid nú ein dagin.

 

Í stórbýnum royna fólk ymiskt til lívsins uppihald, og nógv royna eydnuna á gongugøtum við undirhaldi og skemti. Hendan dagin hevði Ronaldo latið seg í sum ein heimleysur – og royndi við sínum bóltkynstrum at fáa samband við fólk, ið gingu framvið. Tey flestu góvu honum als ikki ans, hóast bóltevnini sum vera man vóru framúr.

 

Í filmsbrotinum, sum liggur á almennu síðuni hjá Ronaldo, síggja vit, at hann er sminkaður og klæddur um, so eingin kennir hann aftur.

 

Eftir ein tíma er tað ein 10-12 ára gamal drongur, sum bjóðar »tí heimleysa« av. Sum samsýning fær drongurin bóltin við autografinum hjá Ronaldo, sum tá tekur maskuna av.

 

Og nú kemur rómur í – og tey sum áður avvístu tann heimleysa, fylkjast og fjeppast nú í heimskenda fótbóltsleikaranum.

 

Trýstið á pílin á myndini fyri at síggja kykmyndina, sum sigur eitt sindur um moralin hjá okkum øllum...