Nógvur vindur er um alt landið í kvøld og sum in.fo skrivaði fyri løtu síðani eru máldir upp móti 40 metrum sekundið í Kaldbak, meðan tað fyrr í kvøld vóru máldir yvir 40 metur um sekundið á Fámjinsvegnum.
Av løgreglustøðini í Havn siga tey tó, at tey ikki hava fingið stórvegis fráboðanir um vindskaðar enn.
- Flestu, sum ringja til okkara eru bangin um, at okkurt kanska kann fara á flog. Fyribils er talan tó bara um at onkur listi hongur leysur onkrastaðni, sigur vakthavandi.
Tíðindi eru borin, um at ein tekja er farin á flog í Vági, men tað avsannar vakthavandi. Hon sigur, at talan er um eina presenning, sum er breidd yvir varda verkstaðin inni á Bakka, meðan umvælingar verða framdar har, og altso ikki eina tekju.
Tíbetur eru ongar fráboðanir um, at fólk eru komin illa fyri orsaka av nógva vindinum.