Dysturin í Vági gjørdist ongan tíð spennandi. Til tess var styrkismunurin alt ov stórur.
Tjaldur leyp avstað frá fyrsta bríksli, og gjøgnum allan fyrra hálvleik bumbaðu tær VB sundur og saman.
Eftir steðgin tóku gestirnir sær meira av løttum, men tá var alt í roynd og veru avgjørd.
Hjá VB skeyt Bára Mortensen 6 mál. Adina Petrea skeyt 11 av málunum hjá Tjaldri.
VB-Tjaldur 21-34 (6-18)