Einglar og pengar

Subjektiv hugleiðing um filmslist og aðrar filmar, nú nýtt filmsfelag er byrjað

 

Høgni Djurhuus




Norðurlandahúsið er farið at sýna norðurlendskar filmar, ein um mánaðin. Fyrsti filmurin var íslendskur, »Einglar alheimsins« eftir Fríðrík Tór Fríðríksson.

Ein filmur, sum minnir um »Geyksreiðrið« hjá Milos Foreman. Filmurin, sum øllum dámdi so væl og, sum øll kappaðust um at rósa, bæði ummælarar og hyggjarar. Ikki uppiborin heiður, haldi eg.

»Einglar alheimsins« hevur longu fingið onkra heiðursløn. Og hann er júst nú innstillaður til fleiri, heilar seks Eddu-heiðurslønir í Íslandi. Og kanska verða »Einglarnir« íslendska íkastið næstu ferð, Oscar verður latin.

Fríðrik Tór Fríðriksson er millum teirra, sum eru uttan um týska filmslistarmannin, Wim Wenders - lærisveinur hjá honum.

»Einglar alheimsins« er dýrasti filmur, sum er gjørdur í Íslandi. Tað haldi eg, at eg las onkra staðni. Og hvat so?

Tað er misskilt, at meira, ein filmur kostar at gera, betri er hann. Einki samband er millum kostnað og dygd. Kortini verður kostnaðurin brúktur sum reklama fyri filmar, sum kosta nógv at gera. Og viðvørt eisini fyri filmar, sum kosta lítið at gera.

Kjarnin í einum góðum filmi er ein góð søga. Einki annað. Er søgan í filminum ikki góð, er filmurin einki verdur, sama hvussu nógv, hann kostaði at gera. Sama, um hann verður ballaður í skreyt og tøknilig gandakynstur og special effects fyri milliónir, tíggjutals milliónir ella hundraðtals milliónir, nyttar filmurin einki, er søgan ikki góð.

»Blair Witch« ? tann fyrsti ? »The Blair Witch Project« prógvar pástandin. Hann kostaði 200.000 kr at gera. Og hann er ein meistarligur filmur. Tað fekk eg staðfest, nú eg sá hann aftur á TV1000 týskvøldið.

Hoyrdi ongantíð pengar nevndar í sambandi við filmarnar hjá Fassbinder, hjá Rocha. Hoyri ongantíð nevnt, hvussu nógv filmarnir kosta hjá Karismauki, hjá Jarmush, ella hjá øðrum filmslistarmonnum við stórum F.

Okkurt um helvtin av øllum tí, sum verður sagt, hvørja ferð Katrin Ottarsdóttir skal gera ein film, er um pengar.

»Sat ég inni á Kleppi, gettu, hvað ég sá?«, sang Bubbi Mortens fyrst í fýrsunum aftur við tungu tónunum hjá bólki sínum Egó.

»Einglar alheimsins« lýsir væl lívið á Kleppi, gamla sinnissjúkrahúsinum í Reykjavík. Men annars er filmurin ikki strekur. Foreldrini og systkini hjá sálarsjúka manninum eru illa lýst. Vinfólkini eisini. Banal symbol, hesturin, sum fellur á sandinum. Dúgvan, sum flýgur úr barnaheiminum, tá Páll doyr. Og tá Páll gongur turrskøddur út í Tjørnina í Reykjavík. Ein Jesus-ímynd, ella hvat? So fara teir, vinmenninir á Kleppi, út at eta og drekka fínt á Hotel Søgu. Uttan pengar.

Smartness, ov nógv smartness. Ov nógv, sum minnir ov nógv um »Geyksreiðrið«. Stuttligt og snilt, gamaní, men grunt. Góðar senur eru eisini í »Einglum alheimsins«. Tann besta, tá unga kvinnan kemur á Klepp við barninum, hon júst hevði átt. Men hon fær ikki samband við mannin, við pápan. Hann er horvin eina løtu í sínum svarta sálardýpi. Og herðindini hjá sjúka manninum eru ógvisligar senur.

Hittinorðaðir eru teir á Kleppi. Aftursvarini, replikkirnir, eru hvøss.

Og sum altíð í íslendskum filmum, panoramamyndir av landslagi ella býum, ella báðum. Fær íslendski filmsídnaðurin pengar undir borðinum frá íslendsku ferðavinnuni? Spyrji eg hvørja ferð innantanna, tá eg síggi ein íslendskan film. Og samanumtikið: eri eg tann einasti, sum havi hoyrt handan spurningin, »hvør er normalur, og hvør er ónormalur?« minst tvær ferðir ov ofta?

Millum skræpu og list.

Filmarnir, sum Norðurlandahúsið fer at vísa í vetur, eru ikki teir bestu, filmslistarliga. Teir filmarnir verða ikki gjrødir í Norðurlondum. Okkurt undantak er. Men tað er ikki á hesari skránni hjá »Klippi«.

Filmarnir í filmsfelagnum hjá Norðurlandahúsinum eru eina staðni millum amerikonsku skræpuna í Havnar Bio og teir allar bestu filmarnar. Teir, sum tú ikki gloymir. Teir, sum tú vilt síggja aftur og aftur, tí teir ríka teg. Flyta okkurt innan í tær. Fáa teg at fegnast um, at fólk eru, sum duga so væl.

Kieslowski gavst at gera filmar, setti seg á ein stól at roykja og doyði, í bestu árum. Hasin dummi hundurin!

Veruliga góðar filmar sært tú ikki í Føroyum. Tí eingin sýnir teir.

Ein í Havnar Bio segði í Útvarpinum einaferð, at hesir filmarnir eru ov »smalir« fyri føroyskt publikum .

Tann størsta filmslistin er ov »smøl« fyri føroyingar. Kanska. Ella er føroyskt publikum ov »smalt« fyri veruliga filmslist? Kanska.

Næsti filmurin í »Klippi«, nýggja filmsfelag Norðurlandahúsins, verður mánakvøldið. Hann er norskur og eitur »Stjørnurnar«. Eg veit einki um hann. Men eg gleði meg.

Og eitt afturat, kanska eiga vit at endurstovna »Filmsfelagið«?